Norra stuðlar útflutning av sjógæti
Norra brúkar 408 mió. uppá at stuðla útflutningi av fiski.
Norska Sjømatrådet fer næsta ár at brúka 408 mió. nok til sølufremjandi tiltøk fyri norskan fisk.
Av hesum fáa
Laksur og síl 205 mió.
Botnfiskur 85 mió.
Konvesjonell marknaðarføring 55 mió.
Uppsjóvarfiskur 40 mió.
Skeljadjór 23 mió.
Seinasta ár var játtanin 406 mió. Norskur fiskur verður sostatt stuðlaður við stórum upphæddum hvørt ár. Alt verður so ella so brúkt til marknaðarføring á ymsan hátt.
Í 2023 er ætlanin at brúka 44 mió. í USA, harav nógv er til laks. Í Svøriki marknaðarføra tey burðardyggan botnfisk. Nýggir marknaðir skulu marknaðarførast fyri 22 mió. Tað eru Ísrael, Saudi-Arabia og Vietnam. Veganaramatur skal marknaðaførast í Týsklandi.
Føroyskur fiskur kappast við norskan fisk. Tað krevur sítt at kappast við normenn.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur