Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Minningarorð um mammubeiggja mín Adolf Ryggshamar í Vági.

Innanlands | 21/01-2023 10:31

Levi Mørk skrivar

Ónsmorgunin 18 januar andaðist mammubeiggi mín Adolf Ryggshamar 88 ára gamal. Ikki vardi tað okkum, at tú skuldi fara som knappligani, hóast høgan aldur, vart tú væl fyri og var sum ein ungur maður at vera saman við, tú vart eisini væl fyri kroppsligani, hóast gangilagið kundi bila nakað.

” Eg skuldi hjálpa tær við einari 3 mans sofu, fyri 3 áðrum síðani, sum skuldi koyrast vekk úr stovuni hja tykkum, eg var nakað seinur, men tá eg kom niðan var sofan vekk. Eg segði Adolf, hvar er sofan og Adolf svaraði ” eg havi blaka hana út í garðin frá altaninum” . Jú rætt var og stóra sofan, lá niðri í túninum hjá Adolfi.”, so væl fyri var hann fyri, heilt til hann andaðist.

Tað følist sum um, at ein ungur maður er farin í annan heim. Tí hann var so væl fyri og ungdómligur.

Okur báðir høvdu manga góðu løtuna, har tú fortaldi mær søgur um týtt langa liv, sum var av góðum og eisini av ringum. Men mest av tí góða. Tíbetur havi eg tikið nógvar søgur uppá video, sum eru gullverdar at eiga. Adolf hevði eitt framúr gott minni og dugdi sum fáur at siga frá, ein var líkasum tikið við inn í søgurnar hjá Adolfi, tá hann segði frá teimun.

Næstan hvønn dag, var Adolf her hjá systrini til kaffi kl 11.30, tá vart hann oftani komin beina kós frá góða vinin sínum Jonhardi.

Adolf elskaði alt her í Vági sum eingin annar, og var hann vágbingur við stóra V. Adolf var eisini ein sonn býarmynd.
Adolf var altíð at síggja í býarmyndini á sínari súklu. Har hann fór út gjøgnum vágsbygd at fregnast, møguliga fyri at vita, um okkurt nýtt hendi í bygdini. Adolf setti eisini orð á, at her var stórur framburður gjørdur í Vági seinasti árini og tað var hann sera errin av og frøddist stórliga um tað.

Adolf var sera stóltur av sínari nærmastu familju, børnum, abbabørnum og langabbabørnum. Hann var sera góður við tey og tey við teg.

Tað verður stórur saknur fyri tey og Salomu, nú Adolf er farin, til eitt betri stað. Harrin styrkir tykkum í hesari sváru tíð.

Adolf var annars uppvaksin og hevur verið búsitandi í Vági alt lívið og vágsbygd hevur altíð staðið hansara hjartað nær.

Adolf var næstelstur av einum barnaflokki uppá 5 systkin. Hann er sonur Jens og Alvildu Ryggshamar í Vági.
Adolf var giftur við Salomu, fødd Thomsen, ið er ættað av Kollafirði. Tey fingu 3 børn, Leivur, Margretha og Solveig.
Leivur og Solveig búgva í Danmark, meðan Margretha slítur sínar skógvar í ættbygdini frá móðurs síðu í Kollafirði.

Adolf hevur fyri tað mesta av sínu lívi verið sjóðmaður og fór fyrsta túrin til skips við ferðamannaskipinum ” Dronning Alexandrine ” í 1949, bert 15 ára gamal. Hann gekk somu leið sum Jens abbin, nevniliga innan kokkayrkið. Hann var tvey ár við ” Dronning Alexandrine ” og bæði árini var hann hjálparkokkur.

Hetta var sjálvsagt ein stór avbjóðing í hansara unga lívið, men Adolf helt áfram við at vera sjómaður. Hann fór m.a. við Garðasluppunin ” Havgásini" til Grønlands í 1952 har Mortan Jacobsen á Báraldarbakka úr Vági, sum skipara.

Adolf hevur eisini verið við norska línuskipinum ”Vartal" saman við pápa mínum og øðrun kendun vágbingun. Vartal brendi tíverri fyrst í 1970 unum, men hvørki Adolf ella pápi vóru við tann ólukkutúrin, har fleiri av manningini doyðu.

Adolf var eisini við ” Norðheim" og "Mette Polaris". Seinni var hann við ”Sjófarinum", sum Jógvan bróður hansara átti. Her var hann eisini saman við elsta bróðrinum Vilmund, sum eitt skifti førdi ”Sjóðfarið”.

Fyri at nevna nøkur onnur skip, sum Adolf hevur verið við, kann nevnast ”Vágbingur og ;Jógvan á Gørðunum. Adolf hevur eisini verið til útróður í Grøndlandi og róð út við familju útróðrarbátinum ”Bresta" m.a. saman við pápa sínum í mong ár.

Adolf legðist uppá land og har gekk Adolf aðrar leiðir, m.a við at leiga gamla Klubban í Vági frá Pola og Petur Nolsø.

Her hevði hann matstovu og bakarí. Har m.a. vinmaður og skyldmaður hansara Jonhard Vest Joensen var honum til hjálpar, serliga í bakarínum. Matstovan var millum fólk flest kallað; Hjá Adolfi Har var m.a.fyrsta ”Jukeboksin í Suðuroy. Sum seinni varð seld til biografin hjá Jørgen M. Olsen í Vági. Resturantiónin hjá Adolfi, var eisini væl vitja.

Adolf keypti sær jørð í Vági í 50-unum. Har hevur hann saman við sínum seyðafylgi havt góðar løtur. Eg minnist sjálvur sum smádrongur hvussu gott og hugnaligt tað var, at vera yviri á bønum hjá Adolf og Salomu, tá ið hoyggingin var fyri. Sjálvt um eg var meira til ónáðir enn til gavn, skeldaði Adolf meg ikki út. 

Adolf var ítróttarmaður um ein háls og í frítíðini, spældi hann fótbólt við VB í mong ár og hann róði eisini kapp. Honum dámdi stak væl, at hyggja eftir VB kvinnum í hondbólti. Hann var sera trúðfastur VB ari, bæði sum spælari og seinni sum áskoðari, har hann var næstan til hvønn dystin í øllum deildum, bæði innan fótbólt og hondbólt. Alt var VB hjá honum, líkamið um VB tapti ella vann, so vóru teir/tey best.

Adolf var á besta líðnum hjá VB í 50-unum, saman við fleiri vinmonnunum sínum m.a Henry Hansen (Henry hjá Algatu) og Eyðun Johanssen vm. Besta úrsliti hjá Adolfi og ( teimun ) - sum eg eri kunnaður um - má uttan iva vera tá
hann var við, at vinna 3 steyp á einari Jóansøku á Tvøroyri.

Hetta hendi miðskeiðis í 50-unum. Fyrst vann hann við Tofta Regin í kappróðri og seinni sama dag, vann hann tvey steyp, ávíkavist á VB-liðnum og á einum felags Suðuroyarliði. Seinni um kvøldið gekk leiðin burt at fiska við trolaranum Høvdaberg.

Adolf bleiv eisini heiðraður av vágbingum, tá hann skeyt fyrsta máli í Marghøllini í Vági, hettar tá Marghøllini, var tikin alment í nýslu. Eisini var hann heiðraður við VB nál, um sama mundi. Hettar var hann sera stóltur og takknemligur fyri.

Tað verður stórur saknur fyri okkum øll, nú tú ert farin. Eitt stórt tómrúm verður eftir teg góði mammubeiggin, tú hevur ” fylgt ”nógv og hevur verði eitt livandi og aktivt menniskja fyri okkum øll.

Tað verður stórur saknur í tær elskaði mammubeiggin.

Hvíl í friði
Levi


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Andakt
Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar
Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada
Fiskimála­ráð­har­rin vitjaði Akstovuna
Framløga um avrigging av oljupallum
Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria
Húsaprísir vandi fyri búskapin
Ískoytis­útbúgvingin í kirkju­kunnleika góðkend
ÍtróttaNAVNIÐ 2022
Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát
Kommunala reglugerðin leingir um status quo
Lands­stýris­maðu­rin í lógarmálum fer í barsilsfar­loyvi
Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni
MEST flest lærlingar seinastu 20 árini
Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum
Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum
Úrslitið av sýsluformansvali­num í Eysturoynni er nú greitt.
Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐI­NUM 2022
Ynskja at varveita Dýra biðidag
Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi