Eg segði sannleikan um Føroyar- Russland á fólkatingi
Sjúrður Skaale viðmerkir D&V 23/1-23
Eg segði sannleikan um Føroyar- Russland á fólkatingi
(Viðmerking til Dag & Viku í kvøld).
Eg tók ikki málið um samstarvið við Russland upp í míni framsøgurøðu á fólkatingi hósdagin.
Eftir røðuna bleiv eg kortini spurdur, hvussu eg væntaði tað bleiv við hesum samstarvi.
Eg svaraði, at eg væntaði, at tað endaði, tá hetta árið er úti.
Hví segði eg tað?
Tað segði eg, tí fýra flokkar - Tjóðveldis- Javnaðar- Miðflokkurin og Framsókn - púra, púra greitt hava sagt, at samstarvið við Putinsa Russland skal steðga. Einasta grund til, at teir stuðlaðu nýggju avtaluni fyri 2023 var, at einki annað var fyrireikað. Við nýggju avtaluni góvu vit so okkum sjálvum eitt ár at broyta kós.
Skuldi eg siga sannleikan kundi eg tí ikki siga annað enn tað, eg segði.
Eg bleiv eisini spurdur, hvør mín persónliga hugsan var. Tað er ikki hon, sum hevur týdning, tí eg siti ikki á løgtingi. Men eisini í hesum føri mátti eg siga sum var: eg haldi málið má vera at steðga samstarvinum.
Tað haldi eg bæði av politiskum og búskaparligum orsøkum.
Annars havi eg tosað við nógvar vinnulívsmenn, sum síggja sera stórar møguleikar fyri inntøkum og arbeiðsplássum, um vit sjálv fiska tær ovurhonds nøgdir av fiski, sum vit lata russum.
Tað er eisini onkur serkønur, sum hevur rokna seg fram til, at avtalan við Russland gevur gigantiskt undirskot fyri Føroyar.
Og so eru nógvir fiskimenn, sum siga, at russar fiska nógv meir enn tað, teir hava rætt til sambært avtaluni.
Hvat sigur Vørn til tað? Vørn sigur, at teirra eftirlit við russisku skipunum als, als ikki er nøktandi.
Tað kundi verið gagnligt, um allar hesar røddir komu meira fram. Tí tað einasta, sum verður endurgivið alment, er ein LOYNILIG útrokning hjá undanfarna landsstýri. Hon vísti, at avtalan við Russland hvørki gevur vinning ella hall, men stendur nøkulunda upp og niður.
Nei, bíða nú. Undanfarni fiskimálaráðharri legði eisini eitt tal fram, sum vísti, at avtalan klárt er til fyrimunar fyri Føroyar.
Seinni mátti Árni Skaale tó sjálvur ásanna, at tað hann hevði pástaðið, var ósatt.
Sjúrður Skaale, Fólkatingslimur
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










