Nýggj turrdokk á Skála
Mest ætlar at byggja nýggja turrdokk á Skála. Nær hon verður liðug valdast hvussu langa tíð tað tekur at fáa góðkenningar upp á pláss. Mest vónar at hon er klár í 2025
Skipa var fyri borgarafundi á Skála fyri viku síðan. Har bleiv kunna um ætlanina at gera eina nýggja turrdokk. Hon skal liggja við síðuna av verðandi.
Ætlanin var at byggja stóra høll omaná verðandi dokk. Men tann ætlanin er slept. Nýggja dokkin er væl longri og djúpri. Tí verður pláss fyri flest øllum fiskiskipum. Eisini teimum stóru sum eru í Grønlandi og Íslandi. Mouritz Mohr, stjóri á skipasmiðjuni greiddi frá, at teir høvdu góðar vónir um at fáa nøkur av teimum skipunum hendan veg.
Jóhannus Steingrund, sum er serfrøðingur í ljóði, greiddi frá ymiskum kanningum og simuleringum av óljóði. Hann vísti við korti, hvussu nógv óljóð fór at hoyrast ymsastaðni nær við skipasmiðjuna. Tað var eisini samanborið við krøv um óljóð. Tað vísti seg, at tá tað larmar mest, so er tað nær markinum fyri hvat er loyvt.
Eisini vóru spurningar frá fólki í salinum. Onkur vóru positiv um at tað gav arbeiðspláss og onnur spurdu um teir vansar, sum longu eru.
Spurt bleiv um máling, sum onkuntíð dálkar væl uttanfyri økið á skipasmiðjuni. Onkur spurdi, um tað ikki bara var spurningur um tíð til tann høllin, sum nú er slept, verður bygd omaná nýggju dokkina.
Samanumtikið fingu fólk svar upp á spurningarnar. Men teir truplu spurningarnar fingu tey ikki serliga greitt svar uppá.
Til dømis var óljóði so nær markinum og tað markið er ikki so lágt, at tað ikki kann lækka. Harumframt verður í dag brúkt sum vegleiðandi óljóð frá sjálvari kelduni. Framtíðar broytingar í hesum vóru ikki serliga væl umrøddar. Máling fer í dag rímuliga langt útum økið hjá skipasmiðjuni og nú skal skipasmiðjan hava nýggja umhvørvisgóðkenning, sum skal taka støðu til hetta. Tað er stór íløga at gera, mitt í bygdini, havandi í huga at heimafriður tykist hava vind í seglunum og lógarbroytingar ikki kunnu útilokast.
Á fundinum var greitt, at øll eru samd um at tað kann økja aktivitetin.
Onkur nevndi, um tað ikki var skilabetri at flyta dokkina nakrar 100 metrar norðeftir. Tað ljóðaði, sum at Mouritz kundi taka undir við tí, men tað kravdi, at kommunan ger íløgur í útfylling av gróti til veg og nakrar metrar av kajkanti. Men tað ljóðaði ikki sum at kommunan helt tað verða so skilagott.
Samanumtikið kann sigast, at hoyringsfundurin var um eitt uppskot sum var liðugt. Tað var ikki lagt upp til at høvdu tey 140 fólkini sum møttu skuldu ávirka málið ein ella annan veg.
Ein báthylur var so eisini við á fundinum og tað mettu fleiri verða gott. Hesin var tó ikki viðgjørdur í nevnd ella býráð, tó at vakrar tekningar vóru at síggja.
Mest lisið í farnu viku

Áheitan frá Føroya Skipara-& Navigatørfelag til mynduleikan
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











