Andakt
Páll Poulsen skrivar
Hann, sum í hásætinum sat, segði: „Hygg, Eg geri alt nýtt!“ Op.21.5
Eg brúkti tekstforritið Word frá Microsoft. Ovast til høgru á skerminum eru tveir boygdir pílar.Tann uttari kallast “fortryd” á donskum, “undo” á enskum, og vit kundu kalla hann “slettað” á føroyskum. Pìlurin innaru megin kallast “gentag” á donskum, “redo” á enskum, og vit kundu kallað hann “ger aftur” á føroyskum. Tað er gott at vita, at Gud, sum ger alt nýtt, hevur báðar hesar førleikarnar. Hann kann bæði sletta og gera umaftur! Eitt nýtt ár nærkast. Tað er gott at vita, at Gud kann “slettað” allar okkara skeivleikar í farna árinum og vil geva okkum møguleikan “at gera aftur” í 2025. Men bíða ikki til Nýggjársdag at trýsta á hesar báðar funktiónirnar!!!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Hvat kann syndir burtur tvá?
Jesu blóð, og tað aleina;
hvar kann frið títt hjarta fá?
Í tí dýra blóði eina.
Niðurlag: Á, kelda, dýrabar,
har frið eitt hjarta fær!
Av tí eg rósi mær,
Jesu blóði, tí aleina.
2. Hetta reinan gjørdi meg,
Jesu blóð, og tað aleina;
fríur, frelstur standi eg
í tí dýra blóði eina.
3. Eina hetta frelsa er,
Jesu blóð, og tað aleina;
syndabyrðin burtur fer
í tí dýra blóði eina.
4. Hesum rósi eg mær av:
Jesu blóði, tí aleina;
kom og trúgv, og friðin hav
í tí dýra blóði eina.
5. ..
*Robert Lowry (Amer.), 1826–1899.
{Lag: Robert Lowry}.
(V. Danielsen týddi).
Nr.452 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur