Koyr frystiboksina út og spar pengar
Streymnýtsla hjá køliskápi og frystiboks broytist í mun til hitan. Kombinera køli/frystiskáp er nógv stórsti umhvørvissyndarin
Køliskáp og frystiboks brúka rímuliga nógv el. Elprísurin hækkar, eins og alt annað. Tí er skilagott at verða umhugsin.
Sev roynir eisini at fáa okkum at brúka minni streym. Buggili buggili var nógv at hoyra tá SEV hevði trupult við at økja framleiðsluna samsvarandi øktu nýtsluni. Tann royndin gekk so væl at SEV mátti hækka prísin, tí teir seldu ov fá kilowatt. Helst gjørdi búskaparkreppan í 90unum eisini sítt.
R7 fann eina vísindaliga grein frá 2018: Impact of room temperature on energy consumption of household
refrigerators; Lessons from analysis of field and laboratory data
Teir hava kanna streymnýtsluna á 111 frysti og køliskápum og 235 frysti/køliskápum heima hjá fólki fyri at síggja hvussu innitemperatururin ávirkar streymnýtsluna.
Talvan vísur watt nýtslu uppeftir og hitin frá 10 til 36 stig.
Miðal temperatururin í Føroyum fyri árið er lægri enn 10 stig. Innandura eru umleið 20 hitastig alt árið.
Vit síggja at violetta strikan vísur munin á køli/frystiskápi og fer nýtslan úr 30 watt upp í umleið 50 watt. Tað merkir, at køli/frystiskáp, sum stendur inni brúkar 67% meira enn eitt sum stendur úti ella í køldum kjallara.
Fyri frystara er munurin umleið 33% ella 1/3.
Fyri køliskáp er munurin umleið 50%. Men trupult er at lesa tølini neyvt. Men tað skal sjálvandi sera góður vilji og øgiliga grøn ideologi at flyta køliskápi út í hjallin.
Til ber at flyta frystiboks úr heitum umhvørvi í kaldan kjallara ella í hjallin. Af flyta frystiboks út ber illa til. Til ber at frávelja kombinera køli&frystiskáp.
Um vit rokna uppá køli/frystiskáp, so verður munurin størri
Á heimasíðuni hjá Elding fann R7 4-5 stórar frystiboksir. El-nýtslan var uppgivin til uml. 250-270 kwh. árliga frá framleiðara. Prísurin hjá SEV er 2,23 kr/kwh írokna mvg. Um vit siga at optimal nýtsla er 260kwh og óneyðuga nýtslan er 33%, so verður árliga eykarokningin 194,23 meðan tað at selja køli/frystiskápi og útvega sær frystiboks sparir í fyrstu syftu 388,46 krónur umframt munin millum violettu og striplaðu gulu linjuna.
Skal roknistykki verða heilt rætt, so skal hitin frá motorinum á frystiboksini mótroknast, eins og eykanýtsla av olju/el av kuldatapinum í frystiboksini. Men tað lata vit liggja hesaferð.
Út frá hesum loysir tað seg at flyta frystiboksina á kaldari stað.
Sambært hesum loysir tað seg als ikki at hava kombinera frysti/køliskáp. Tey kosta eisini rættuliga nógv.
Kanningin hjá SEV, vísur, at tað helst eru tey somu sum keypa grønar orkuloysnir og stóru kombinera køliskáp.
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











