Norðurlendsku stjórnirnar raðfesta børn og ung fram til 2030
Børn og ung vóru høvuðsevnið á fundinum hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum í Keypmannahavn 26. februar.
Norðurlendsku stjórnirnar arbeiða saman fyri rættindum, vælferð og samfelagsluttøku hjá børnum og ungum, sum eru ein raðfestur málbólkur í norðurlendska samstarvinum.
Øll børn og ung hava rætt til tryggleika og umsorgan, er millum annað staðfest í norðurlendsku Visjón 2030. Norðurlond leggja stóran dent á heilsu og inklusjón hjá børnum og ungum. Arbeiðið í norðurlendska samstarvinum fevnir tvørtur um geirar og stovnar í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Samfelagsvirksemi kring børn og ung fevnir víða: heilsa, útbúgving, javnviðgerð, javnstøða, mentan, mál, trygd og gransking, fyri at nevnanøkur dømi.
Á fundinum í Keypmannahavn umrøddu ráðharrarnir aktuel evni knýtt at børnum og ungum í Norðurlondum. Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hoyrdu sjónarmið frá barnaumboðsmanninum í Finnlandi. Børn og ung eru eitt fokusøki í formanskapinum hjá Finnlandi og Álandi í 2025. Virksemi í norðurlendska formansskapsárinum fevnir millum annað um talgildar førleikar og miðlakunnleika, lærdómar frá COVID-19 farsóttini, Nordic-Baltic Youth Summit og um at stuðla upp undir verkætlanir sum Barnsins fyrstu 1000 dagar.
Samstarvsráðharrarnir samdust um, at børn og ung skulu raðfestast fyri at framtíðartryggja norðurlendska felagsskapin.
”Børnini eru framtíðin. Men yngsta ættarliðið veksur upp í einum samfelag og heimi, ið er øðrvísi enn tey vit sjálvi vuksu upp í. Okkara børn og ung hava verið gjøgnum eina isolerandi farsótt. Tey liva í einum gerandisdegi við átrokandi skýggjanýtslu, vitandi um, at vit hava kríggj í Evropa,” sigur Bjarni K. Petersen, norðurlendskur samstarvsráðharri.
”Norðurlendska samstarvið er eitt kærkomið forum at deila vitan og samstarva um at menna átøk og politikkir, sum kunnu virka fyri góðum og tryggum grundarlagi fyri uppvøkstrinum hjá okkara børnum og ungum.”
Á fundinum samtyktu samstarvsráðharrarnir eisini fíggjarætlanina hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri 2026 og umrøddu virksemi hjá Markaforðingaráðnum og skránna fyri samstarvið, ið skal taka burtur forðingar fyri fríum flytføri millum Norðurlond.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











