Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Innanlands | 10/03-2025 09:46

Búskaparráðið legði fram árligu várfrágreiðingina í seinastu viku. Vænta verður, at búskapurin veksur 5% komandi árini. Tað er alivinnan sum eigur allan vøksturin

BTÚ fer at veksa 5,0% 2025 og 5,7% í 2026 í ársins prísum sambært nýggjastu meting hjá Búskaparráðnum. Í 2024 var vøksturin í BTÚ 3,0% í ársins prísum, og tað er lægri enn undanfarnu tvey árini, tá ið inflatiónin var við til at toga vøksturin í BTÚ í leypandi prísum upp.

Í 2025 og 2026 er tað hinvegin nøgdirnar av útflutningi, sum eru við til at toga vøksturin upp, tí hóast kvoturnar lækka innan bæði uppsjóvar- og botnfiskarí, væntast tøkan av laksi at veksa so mikið nógv, at útflutningurin fer at toga búskaparvøksturin í ársins prísum upp í 2025 og 2026. Harafturat gevur almenna nýtslan og privatu íløgurnar eitt positivt íkast til vøksturin í BTÚ hesi bæði árini. Hóast lutfalsliga stóran vøkstur í leypandi prísum eru ábendingar um, at realbúskaparligi vøksturin er minkaður seinasta árið.

Bjartskygnið er lækkað
Húsarhaldini hava fingið lønarhækkan, skattalætta og rentulækkingar, og inflatiónin veksur ikki longur við somu ferð. Eisini setti starvsfólkatalið og lønargjaldingarnar met í 2024, og arbeiðsloysið var einans 1% í januar 2025. Tó vóru tað eitt sindur fleiri húsarhald í januar 2025, enn í brúkarakanningini frá í summar, sum siga seg júst fáa endarnar at røkka saman. Dýrkaða livistøðið og varhugin um ein ótryggari heim er við til at tálma bjartskygnið hjá fólki. Eitt tekin um, at húsarhaldini eru vorðin meira varin, er at bilasølan er lækkað.

Í vinnuni gongur báðar vegir
Meðan byggivinnan boðar frá færri bíleggingum og minkandi arbeiðstørvi komandi árið, eru bæði handilsvinnan og tænastuvinnan meira bjartskygdar og boða frá øktum eftirspurningi. 

Minkandi kvotur eyðkenna fiskivinnuna, meðan alivinnan veksur nógv um framleiðsluna í ár og komandi ár. Talið av starvsfólkum í privatu vinnuni lækkar, sum er ein broyting samanborið við undanfarin ár, og líkt er til, at stóra tilgongdin av útlendskari arbeiðsmegi er hæsað av.

Almenna nýtslan veksur
Í 2024 var almenna nýtslan størri enn í 2023, millum annað tí almenni starvsfólkahópurin vaks, og tað varð latið lønarhækkingar og lønarlyft til ymiskar fakbólkar. Almennu útreiðslurnar fara framvegis at veksa til fólkapensjónir vegna eitt vaksandi tal av pensjónistum, og lønargjaldingarnar veksa somuleiðis hjá kommununum komandi árini.

Umleið 20% av teimum, sum í dag eru 80+ ára gomul, eru fastbúgvandi á røktar- og ellisheimum. Verður hetta
lutfallið eisini galdandi frameftir, verður tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 pláss afturat komandi 20 árini. Eitt demografiskt trekk upp á tað almenna, sum eisini komandi árini leggur eitt støðugt trýst á enn hægri almennar vælferðarútreiðslur.

Hall á fíggjarlógini viðførir størri lántøku
Úrslitið á fíggjarlógini er mett at verða eitt hall á 300 mió. kr. í 2025 og enn eitt hall á 265 mio. kr. í 2026. Hetta svarar til áleið 1% av BTÚ ár undan ár, sum als ikki eigur at koma fyri í einum samfelag uttan nakað nevnivert arbeiðsloysið. Hallið má fíggjast við øktari lántøku. Tað ber við sær hægri rentuútreiðslur, ið hevur við sær, at ein størri partur av skattainntøkunum, skulu nýtast til at rinda rentur. Orsakað av veksandi talinum av eldri fólki, fara útreiðslurnar at renna
frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða framdar. Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar skipa samfelagið fíggjarliga skynsamt, soleiðis at tað í longdini er samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, annars fer almenna skuldin at veksa uttan íhald, og vælferðin fer at versna.

Eitt fíggjarpolitiskt regluverk eigur at vera sett í verk, soleiðis at politiska skipanin áhaldandi stýrir eftir greiðum fíggjarpolitiskum málum fyri komandi 5 og 10 árini.

Rationaliseringsætlanir mugu gerast fyri øll vælferðarøkini
Í Føroyum eru nógvar smáar stovnseindir, bæði í almannaverkinum og á fólkaskúla- og eldraøkinum. Smáir stovnar krevja eitt hægri starvsfólkatal fyri hvønn brúkara samanborið við um stovnarnir eru størri. Bæði eldra- og dagstovnaøkið eru stór, krevjandi økir, sum liggja hjá kommununum. Kommunurnar eru sera ymiskar í stødd, aldursamanseting av íbúgvum og inntøkugrundarlagi.

Neyðugt er hjá politiska myndugleikanum at endurskoða kommunubygnaðin ella skipanina millum land og kommunur, tí allar kommunur koma ikki at megna trýstið á vælferðartænasturnar.

Ítøkiliga átti landsstýrið eisini at sett eina nevnd at koma við nágreiniligum rationaliseringsætlanum innan øll trý stóru vælferðarøkini: almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið. Eindarkostnaðirnir mugu lækkast, annars fara samlaðu almennu útreiðslurnar bara at veksa uttan íhald næstu mongu árini. Tí er tørvur á umfatandi nýskipanum á øllum
vælferðarøkjum.

Føroyingar eiga at fáa sum mest fyri hvørja krónu
Fyri at tryggja eina burðadygga samfelagsmenning má javnvág vera millum nútíð og framtíð, har íløgur gagna komandi ættarliðum uttan at skapa eina ovurstóra fíggjarliga byrðu. Tí er neyðugt at raðfesta rætt millum samfelagsligar tænastur sum búspláss á ellisheimum, undirstøðurkervið, útbúgvingarskipan, KT-verkætlanir og annað. Føroyar eiga at fáa sum mest fyri hvørja krónu og tí eiga kost-nyttu greiningar at verða gjørdar av stórum verkæltanum, soleiðis at verkætlanir, sum geva størst samfelagnyttu verða raðfestar fyrst.

 

Búskaparráðið mars 2025


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar
Almenna kjakið um javnstøðu­lóg­ina í Føroyum
Andakt
Arabisk lond játta at fíggja Gaza
Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum
Føroyskir filmar og filmsfólk seta dám á Nordatlantiske Filmdage í Danmark
Gene Hackman og konan innideyð
Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini
Lands­stýrið latið Løgtingi­num 27 uppskot í dag
Løgmaður tilnevnt nýggj lands­stýris­fólk
Makrelstovnu­rin minkar skjótt
Revsingin fyri at hava hassj uppi á sær herd
Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Tilmæli um berara­kanning og pinkubarna­skreening
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi