Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir
Framløgur vóru um makreltrol, ljósreka, hond-ctd, at pilka høgguslokk, Føroyabanka, taraskóg sum uppvakstrarøki, ótroytt tilfeingi og um innvigingartøl til stovnsmetingar.
Fríggjadagin 21. mars 2025 var árligi Framløgudagurin um Fiskivinnuroyndir hildin á Hotel Hilton, og sum altíð hepnaðist dagurin væl.
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, byrjaði dagin við at siga nøkur orð um tiltakið.
Hann fegnaðist um, at bæði umboð fyri vinnuna og granskingarumhvørvið vóru til staðar.
Nú Fiskivinnuroyndir eru umskipaðar nakað, er tað hansara vón, at vinnan og granskingarumhvørvini finna saman, og at tað, burtur úr hesum, spretta nógvar góðar og viðkomandi verkætlanir, sum eru rættaðar móti vinnuni, og at hesar verkætlanir í komandi tíðum verða allari vinnuni at frama.
Síðan greiddu nøkur teirra, sum hava fingið stuðul frá Fiskivinnuoyndum, frá sínum verkætlanum og hvat er komið burturúr.
Hendan dagin vóru tað 8, sum høvdu framløgur um m.a. makreltrol, ljósreka, hond-ctd, at pilka høgguslokk, um støðuna á Føroyabanka, um taraskóg sum uppvakstrarøki, um ótroytt tilfeingi og um innvigingartøl til stovnsmetingar.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Captain Morgan gerst lokalur

Eindarkostnaðirnir mugu lækkast fyri øll vælferðarøkini

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Hernaðarstrategiski týdningurin hjá Føroyum í dag

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

SPD og CDU nærkast stjórnarsemju

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











