Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Jubileumsár - nógv at feira

Kristiligar Tíðindasendingar | 18/07-2017 11:24
Martin Luther

Árið í ár, 2017, má sigast at vera eitt satt jubileumsár. Tað eru 500 ár síðani reformatiónina. Tað eru 100 ár síðani heimamissiónin varð stovnað á Toftum. Tað eru 100 ár síðani samkoman í Betesda varð stovnað. Tað eru 60 ár síðani Operation Mobilisation sá dagsins ljós, og tað eru í ár 50 ár síðani Zarepta varð tikið í brúk

Allir dagarnir verða feiraðir á sín egna hátt á sínum egna staði, og tað er rætt, at man steðgar á slíkar merkisdagar og skoðar út yvir verkið og tað, sum er komið burturúr.

REFORMATIÓNIN
Reformatiónin verður feirað í Føroyum ígjøgnum alt árið, bæði við fyrilestrum um Luther, kirkjukonsertir við sálmum hjá Lutheri, framsýningum í Norðulandahúsinum um Luther, reformatiónsgudstænastum um alt landi sunnudagin 29. oktober, og týsdagin 31. oktober, sjálvan dagin, tá Luther negldi tær 95 tesurnar á dyrnar, verður hátíðargudstænasta í Dómkirkjuni.

Reformatiónin varð eisini feira í Nesvík, tá ikki færri enn 330 konfirmantar úr øllum landinum, saman við 20 sóknarprestum, savnaðust til vikuskiftislegu í Nesvík, har høvuðssjóneykan var sett á Luther og reformatiónina.

Og 31. mai fór eitt ferðalag beinleiðis úr Føroyum til Týsklands við meira enn 100 luttakarum, sum vildu síggja og standa við dyrnar á dómkirkjuni í Wittenberg, har Luther negldi tey 95 protestorðini, og minnast reformatiónina á henda hátt.

Fríkirkjurørslurnar í Norðurlondum og í Føroyum eru í eitt ávíst mál úrslit av reformatíónini.

HEIMAMISSIÓNIN Á TOFTUM
Í ár eru tað 100 ár síðani heimamissiónin varð stovnað á Toftum. Dagurin varð hildin við móttøku í missiónshúinum á Toftum leygardagin 22 apríl, har hugt varð í bakspegilin, tá nakrar ungar kvinnur fyri 100 árum síðani byrjaðu at savnast til bíbliulestur, bøn og sang í einum heimi inni á Regni á Toftum. Hetta gjørdist byrjanin til missiónsarbeiði á Toftum, sum í ár hevur 100 ár á baki.

BETESDA
Tað eru eisini í ár 100 ár síðani samkoman í Betesda í Klaksvík var stovna og síðani fyrsti salurin, sum eisini bar navnið Betesda, varð tikin í brúk. Hetta verður feirað við einum rættuligum braki, tá ein drúgv hátíðarskrá er gjørd, sum kemur at fevna um tað mesta av heystinum við ikki minni enn 6 møtirøðum bæði í september og í oktober. Hátíðarhaldið byrjar leygadagin 02. september við einum sokallaðum Betesdadegi.

OPERATION MOBILISATION
Kendi missiónsfelgasskapurin Operatiom Mobilsation, stytt OM, rundar tey 60 árini í ár. Felgasskapurin hevur verið kendur í Føroyum tey seinastu 55 árini, har hundradavís av føroyingum hava fingið sínar andaligu náðigávur royndar bæði á landi og á sjógvi.

Tað var fyri 60 árum síðani, í 1957, at stovnarin av OM, George Verwer, saman við øðrum, fór til Mexico at býta út kristiligan lesna og bíbliur. Hesin túrurin gjørdist íblásturin til tað, sum seinni kom at eita Operaratiom Mobilisation, stytt OM, og sum hevur sent út trúboðarar í túsundtali um allan heim, bæði við akførum eftir øllum heimsins kontinentum, og við skipum á øllum heimsins høvum, og júst á 60 ára jubileumsárinum økir Operation Mobilsation um sítt virkisøki, við at gera íløgu í ein áarbát, sum skal sigla eftir Europeisku áunum og kanalunum og náa tær mongu milliónirnar, sum búgva fram við Europeisku áarbakkunum – sera passandi, at hendan nýggja visiónin hjá OM skal føðast júst á 60 ára jubileumsárinum hjá Operation Mobilsation.

ZAREPTA
Tað eru í ár 50 ár síðani Zarepta varð tikið í brúk. Tað var 06. oktober í 1965, at spakin varð settur í á fyrsta sinni, og eitt ár og nýggju mánaðir seinni, sunnumorgunin 02. juli 1967, varð breyðbróting hildin við fullsettum sali í Zarepta við fólki úr øllum landinum. Harvið var húsið tikið í brúk og halgað Harranum. Longu tveir dagar seinni kom tað fyrsta holdið í Zarepta. Hetta vóru 114 dreingir í aldrinum 10 -14 ár.

Ígjøgnum hesi 50 árini hevur nógv nýhugsan verið at sæð í Zarepta, sum er vaksið við fleiri 100 prosentum bæði við atliti til leguluttakarar, starvsfólk og bygningar, sum í dag telja tríggjar stórar høvuðslonir.

Leiðslan í Zarepta hevur gjørt av, at føroyafólk skal fáa høvið at uppliva Zarepta á 50 ára degnum, og síggja og hoyra hvussu arbeiði byrjaði við næstan ongum økonomiskum midlum, og hvussu Harrin hevur leitt og signað hesi seinastu 50 árini. Dagurin er settur at vera leygardagin 14. oktober.


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi