Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Tvey fersluóhapp í Eysturoynni í gjár

Innanlands | 10/08 10:51
Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Eitt ógvusligt fersluóhapp var í Søldarfiðri í gjár. Ein treylari fór omanav vegnum og endaði í einum hava nærhendis, og við Gøtugjógv var ein so-nevndur harmonikusamanstoytur.

Óhappi í Søldarfiðri hendi seint seinnapartin í gjár á vegnum sunnanfyri rundkoyringina á Skipaneskrossinum. Tveir treylarir og ein persónbilur vóru í óhappinum. Sum skilst, so fór annar treylarin yvir á skeiva koyribreyt, við tí úrslitið at hann rendi saman við hinum treylaranum og einum persónbili. Annar treylarin fór oman av vegnum, og endaði í einum urtagari fáar metrar frá einum sethúsum.

Ein persónur var fluttur á landssjúkrahúsið, men hevur, eftir øllum at døma, ikki fingið álvarsligt mein. Løgreglan sigur seg enn ikki vita hví óhappi hendi. Tá ið Kringvarpið tosaði við mynduleikarnar í morgun, var enn ikki liðugt at rudda upp. Vognurin og bingjan vóru tikin upp, men sjálvur bilurin skuldi takast upp seinni í dag.

Við Gøtugjógv stoyttu fýra bilar saman. Fremsti bilurin steðgaði á og blinkaði til vinstru. Næsti bilurin sá at fremsti bilurin steðgaði, og steðgaði tískil eisini. Men triði og fjóri bilurin løgdu ikki til merkis at steðga varð, við tí úrslitið at teir rendu á hinar bilarnar. Eingin álvarsligur fólkaskaði hendi í tí óhappinum.

 

 

 


Lagt út: Tóri Højgaard
Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum
Brúgvin 73 - 11. des. 2017
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi