Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Lego samtakið far nýggjan stjóra

Uttanlands, Vinnulív | 10/08 11:15

Lego hevur valt at skifta sitandi stjóra út eftir bert 8 mánaðir. Nýggi stjórin eitur Niels B. Christiansen, og hevur fyrr verið stjóri í m.a. Danfoss samtakinum.

“Niels er ein framúr góður leiðari, ið hevur fingið sera góð úrslit sum stjóri í Danfoss”, sigur Jørgen Vig Knudstorp, nevndarformaður í Lego í skrivligari viðmerking.

Nevndarformaðurin sigur, at stjóraskiftið kom skjótari enn man hevði vænta. Niels B. Christiansen tekur yvir eftir 61-ára gamla Bali Padda, ið tók við sum stjóri eftir at Jørgen Vig Knudstorp fór úr stjórasessinum og gjørdist nevndarformaður í staðin.

TV2 skrivar, at Niels B. Christiansen er ein av tungvektarunum í donskum vinnulívi. Áðrenn hann gjørdist stjóri í Danfoss var hann stjóri í GN Store Nord. Hann er nevndarformaður í William Demant, ið ger hoyritól og nevndarformaður í kapitalgrunninum Axcel, umframt at hann situr í nevndini í A.P. Møller-Mærsk og Danmarks Tekniske Universitet.

“Tað er mær ein heiður at blíva partur av einum vørumerki og eini fyritøku ið er so ikoniskt, og so endamálsdrivi sum Lego samtakið”, sigur hann í tíðindaskrivinum.

“Líka síðani eg var barn havi eg elska at bygt lego. Og tá ið eg síggi tær avbjóðgar ið bíða eftir dagsins ættarliði av børnum, so er endamálið hjá Lego samtakinum: at eggja og menna tey, týdningarmiklari enn nakrantíð.


Lagt út: Tóri Højgaard
Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum
John trívist umborð á Grønanesi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi