Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Mette Frederiksen: "Stong muslimsku frískúlarnar"

Politikkur, Uttanlands | 11/08 09:53

Frískúlar har meira enn 50% av næmingunum hava útlenskan uppruna skulu lata aftur.

Soleiðis ljóðar eitt uppskot ið Mette Frederiksen, formaður í danska javnaðarflokkinum, ætlar at leggja fram.

Tað skrivar BT í dag.

“Tá vit leggja hetta uppskotið fram, so er tað við einum ynski um at steingja muslimsku frískúlarnar”, sigur hon við BT.

Uppskoti hjá sosialdemokratunum kemur eftir eina røð av søgum um muslimskar frískúlar. Tann seinasta stóð í BT, og var um hvussu skúlaleiðarin á Al Quds skúlanum í Keypmannahavn hevði lagt antisemitiskar myndir út á Facebook. Ein klassalærari á skúlanum hevði eisini skriva antisemitiskar dagføringar á Facebook.

“Vit noyðast jú at spyrja okkum sjálvi, um muslimskir frískúlar eru eitt pluss ella eitt minus tá ið tað kemur til integratión, eisini tá ið hugsa verður um seinastu advdúkingarnar hjá BT”, sigur hon.

“Almenna eftirlitið hevur sínar avmarkingar. Trupuleikin er at um tað á skúlanum allatíðina er ein baktónleikur av askeplaðari áskoðan á fólkaræði, javnrætti, jødar o.s.v., so er tað ikki vist at eftirlitið fangar tað.”

Men uppskotið hjá Mette Frederiksen kann vera í stríð við donsku grundlógina og europeiska mannarættindasáttmálan, tí at uppskot ger mun á fólki vegna átrúnað ella uppruna. Tað sigur danska undirvísingarmálaráðið.

Men Mette Frederiksen sigur við BT, at man hevur fingið ráðgeving um, at tað kanska ber til kortini. Og um uppskotið ikki letur seg gera, so fer hon, í samstarvi við hinar flokkarnar, at finna ein annan hátt at steingja skúlarnar.

“Okkara ynski er at steingja allar muslimskar frískúlar. Tað er eitt vánaligt hugskot at hava lærarar ið ikki spæla eftir demokratisku spælireglunum”, sigur Mette Frederiksen við BT.

Javnaðarforkvinnan hevur lagt upp til samráðingar við hinar flokkarnar. Bæði DF og tey konservativu rósa uppskotinum hjá sosialdemokratunum.

 

 


Lagt út: Tóri Højgaard
Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum
Brúgvin 73 - 11. des. 2017
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi