Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Boko Haram brúkar kvinnur og børn í sjálvmorðsbumbuálopum

Uttanlands | 11/08 11:29
Mynd: CNN

Tá ið muslimski yvirgangsfelagsskapurin Boko Haram fremur sjálvmorðsbumbuálop, er tað oftast kvinnur ella børn ið verða brúkt at fremja álopi.

Tað vísur ein nýggj amerikansk kanning. Tað eru West Point og Yale University ið hava gjøgnumgingið 434 sjálvmorðsbumbuatsøknir síðani 2011.

Í 338 av álopunum kundu granskarnir koma fram til kyni á tí ið hevði framt álopi, og í 244 av førunum av talan um eina kvinnu. Bara í 2017 hava 80 kvinnur framt sjálvmorðsbumbuálop.

Í 134 av álopunum bar til at staðfesta aldurin á tí ið framdi álopi. 60% vóru børn ella tannáringar. Tann yngsti persónurin var bert 7 ár.

Sambært frágreiðingini so eru tað ymiskar orsøkir til at yvirgangsfelagsskapurin far kvinnur og børn at fremja sjálvmorðsálop.

Ein orsøk er, at tey blíva sjálvdan kannaði, og tí er tað lættari at fjala bumbur í klæðum ella taskum. Bumbubeltir eru løtt at krógva undir konservativa klædnabúnanum, og man hevur enn tá sæð kvinnur ið bera smá børn á rygginum fyri at krógva bumbuna stendur m.a. Í frágreiðingini.

Í nøkrum førum hevur man sæð at menn lata seg í kvinnuklæðir fyri lættari at sleppa gjøgnum trygdareftirliti. Granskarnir meta eisini at kvinnur og børn eru í størri vanda fyri at verða lokkaði uppí ein yvirgangsfelagsskap, tí tey verða lættari ávirkaði av harðskapinum, heilavaskinum og følsku lyftunum frá Boko Haram.

Nýtslan av kvinnum í sjálvmorðsbumbuálopum tók dik á seg eftir at 276 lesandi kvinnur í aldrinum 16-18 ár vóru burturfluttar í býnum Chibok í Nigeria í 2014. Burturflytingin bleiv heimskend av átakinum “Bring back our girls”.

Í frágreiðingini stendur eisini, at seinastu seks árini hava uml. 35.000 fólk latið lív í sjálvmorðsbumbuatsøknum ið Boko Haram hevur framt. Flestu álopini verða framd í landnyrðingspartinum av Nigeria.

Boko Haram er ein islamistiskur yvirgangsfelagsskapur ið hevur svorið trúskap til Islamiska Statin, sum í dag er illakroystur í Sýria og Irak.

 

Kelda: DR

 


Lagt út: Tóri Højgaard
Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum
Brúgvin 73 - 11. des. 2017
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi