Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Partapolitisku svørini mugu stingast í slíðran

Lesarabrøv, Politikkur | 19/09-2017 18:42

Tað ER breið semja um fiskivinnupolitikkin. Takið er at realisera hesa semju og gera hana til landsins lóg. Er ikki vilji til tað, tapir vinnan, samfelagið – og politiska skipanin.

Flest øll størv hava við sær eina skyldu. Tú gert ikki sum tú vilt, tá tú ert timburmaður. Tú gert ikki tað, tú hevur hug til, tá tú ert lækni. Tú kanst ikki bara lata vera við at gera nakað, tá tú ert lærari.

Øll hava skyldur. Tann, sum vanrøkir tær, missir sítt starv.

Men ikki politikarar. Ein politikari ger tað, hann vil. Hann kann gera nógv, hann kann gera lítið – og hann kann lata vera við at gera nakað sum helst.

Soleiðis er tað, politikari er at hava eitt álitisstarv. Tað merkir, at eingin kann áleggja tær nakað. Tú ræður sjálvur. Lønina fært tú uttan mun til, hvat tú gert ella ikki gert.

Einastu skyldur, politikarar hava, eru tær skyldur, sum vit áleggja okkum sjálvum. Vit vilja, sum øll onnur, varðveita okkara starv. Og tí freistast vit til bara at áleggja okkum at gera tað, sum ger, at vit verða afturvald, og at okkara flokkur verður sterkur á næsta vali.

Men skal ein flokkur vinna eitt val, má ein annar annar tapa. Tí endar politikkur ofta sum kampur millum flokkar. Endamálið hjá Tjóðveldið verður at vinna á Sambandsflokkinum – júst sum endamálið hjá Víkingi er at vinna á KÍ.

Hesin logikkurin ger, at tað, sum gagnar flokkunum, verður tikið fram um tað, sum gagnar samfelagnum. At fáa eitt gott úrslit á valinum, fær størri týdning enn at fáa góð úrslit fyri samfelagið.

 

Hvat kemur fyrst?

Hesin kampurin millum flokkar hevur gjørt, at vit framvegis ikki hava framt teir reformar í samfelagnum, sum ØLL vita eru neyðugir. Tí allar broytingar raka onkran. Tann samgonga, sum fremur tær, rindar ein politiskan prís fyri tað. Ein prís, sum skal rindast á næsta vali.

Skal eingin missa sín tingsess av at gera tað, sum er neyðugt, mugu so nógv sum gjørligt gera tað í felag. Tí so rinda tey eisini tann politiska prísin í felag.

Teir grundleggjandi spurningarnir eru einfaldir: Hvat kemur fyrst? Teir politisku flokkarnir – ella samfelagið?

Eru vit til reiðar at stinga tað partapolitiska svørið í slíðran og skapa nakað saman – ella vilja vit heldur (mis)brúka tey stóru málini til partapolitiskan vinning?

 

Breiðar semjur

Vit skulu ikki altíð hyggja til Danmarkar – men júst í hesum spurningi er danska politiska mentanin ein fyrimynd.

Aftur og aftur havi eg á Fólkatingi upplivað, at breiðar semjur eru gjørdar um grundleggjandi mál. Um sjálva fíggjarlógina. Um skúlaskap. Um infrakervi. Um orku. Um alt tað, sum er grundleggjandi.

Allar semjurnar hava við sær, at andstøðuflokkar missa sín møguleika at kritisera samgonguna. Teir fáa ávirkan á politikkin – og afturfyri eru teir við til at taka ábyrgd av honum. Svørini verða løgd til viks – og samfelagið vinnur.

Hetta er ikki ein skylda, sum danskir politikarar hava. Tað er ein skylda, sum teir leggja á seg sjálvar.

Henda politiska mentanin ger, at borgarar, stovnar og vinnulív vita, hvat er galdandi. Tey hava álit á, at teirra karmar ikki verða broyttir eftir eitt val. Tað skapar tryggleika, stabilitet – og fortreytir fyri búskaparligum vøkstri.

 

Heldur stríð enn semja

Í Føroyum er (næstan) øll politiska skipanin samd um, at karmarnir um fiskivinnuna skulu broytast.

Vit eru samd um, at tann, sum fær rætt at gagnnýta okkara felags tilfeingi, skal rinda felagsskapinum fyri tað.

Vit eru samd um, at fólk, sum hava hug og dirvi, skulu kunna sleppa framat vinnuni.

Vit eru samd um, at fiskurin í sjónum hvørki er ella kann vera privat ogn. Og slett ikki útlendsk ogn.

Vit eru samd um, at lóggávan skal eggja til so stóra virðisøking sum gjørligt.

Tað er politisk semja um alt tað grundleggjandi.

Kynstrið er at realisera ta breiðu semjuna, og gera hana til landsins lóg.

Trupulleikin er, at logikkurin í tí partapolitiska kampinum dregur ein annan veg. Tann logikkurin sigur, at vit IKKI skulu skapa tryggar karmar um fiskivinnuna – men í staðin (mis)brúka fiskivinnuna í partapolitiskum stríði.

 

Hvat hendi?

Fyrr í ár var tað sum um, at politiska skipanin í Føroyum var um at gerast vaksin. Drúgvar samráðingar vóru millum samgonguna og Sambandsflokkin – og tað var sera nær við, at ein semja bleiv gjørt um fiskivinnupolitikkin.

Hví tað skrædnaði, er ógreitt.

Var orsøkin, at tað ikki bar til at semjast um nøkur grundleggjandi prinsipp? Ella var orsøkin, at partarnir – ella onkur av pørtunum – heldur vildi brúka málið til partapolitiskt stríð?

Eg veit ikki. Men tað var tragiskt, at tað endaði í ongum. Politiska skipanin dumpar so tað stendur eftir, um vit ikki klára at umskapa ta semju, sum vit vita finst, til landsins lóg.

Og tað tænir eisini skipanini til lítlan sóma, um ein nýggjur fiskivinnupolitikkur verður samtyktur við 17 atkvøðum. Hetta kann gerast neyðugt, um eingin vil gera semju við samgonguna ella øvut. Men tað gevur ikki tann stabilitet, sum vinnan má hava. Er vandi fyri, at ein nýggjur politiskur meiriluti broytir alt eftir næsta val, verður hugurin at gera íløgur lítil í mong ár framyvir. Tað fer at kosta bæði arbeiðspláss og inntøkur.

 

Teori móti teori

Eg eri ikki sefrøðingur í teimum ymisku teknisku loysnunum.

Men hvør er tað? Hvat byggja tey sína vissu á, sum krevja uppboðssølu? Á eina teori, sum ikki er roynd í praksis. Tey hava góð argument. Tí í teoriini gevur ein uppboðssøla rætta tilfeingisgjaldið. Í teoriini tryggjar ein uppboðssøla, at tey dugnaligastu koma at sita á vinnuni.

Men tey teoretisku argumentini ímóti uppboðssølu eru eisini góð. Tí kann ein avleiðing ikki vera, at ótryggleiki um rávurugrundarlagið hevur við sær, at eingin ger stórar íløgur? Kann ein avleiðing ikki vera, at so stórt fokus verður á at fáa atgongd til fiskin, at ov lítil orka verður løgd í tað, sum gevur fiskinum virði? Altso meirvirking og sølu?

Hetta er alt ein spurningur um, hvørja teori ein trýr uppá. Sannleikin er, at eingin veit, hvør hevur rætt. Tí er tað IKKI eitt tap at bakka frá tí, ein hevur sagt um hetta, um tað kann slóða fyri eini semju.

Tað er ov óbúgvið, um hetta stríð um teoriir forðar fyri, at vit kunnu skapa tann stabilitet, okkum tørvar.

 

Politisk skylda

Nú eru aftur røddir í Sambandsflokkinum, sum siga, at flokkurin er sinnaður at gera semju.

Eg veit ikki, um tað í veruleikanum er politikkur, sum setir samfelagið fremst, ella um tað í veruleikanum er taktikkur, sum setir flokkin fremst.

Men er bara eitt gramm av seriøsiteti í teimum útmeldingum, sum nú koma, má samgongan taka væl ímóti teimum.

Hetta er ikki ein skylda, sum nakar kann áleggja nøkrum politikara. Men tað er ein skylda, sum báðir partar hava eina politiska og moralska skyldu til at áleggja sær sjálvum.

Og eydnast tað, rokni eg slett ikki við, at tann politiski prísurin verður so stórur.

Tvørturímóti! Føroyski veljarin er troyttur av partapolitiskum stríði! Honum leingist eftir politikarum, sum eru til reiðar at leggja ta partapolitisku stríðsøksina til viks, og gera tað, sum er best fyri landið.

Verður ein semja gjørd, verður tað verri at standa uttanfyri hana, enn at vera partur av henni.


Lagt út: Sjúrður Skaale
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi