Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jákup Mikkelsen ilt í afturpartinum av høvuðsstaðnum

Lesarabrøv | 22/09-2017 08:05
Mynd: Norðlýsið

Partamaður mín Jákup Mikkelsen er valdur upp í landspolitikk,men hann megnar ikki at viðgera landspolitskt evni uttan at leggja eftir høvuðsstaðnum

Jákup Mikkelsen er mín partamaður, og báðir eru vit klaksvíkingar. Eg noyðist tó at tala at honum, tá hann í almennari viðmerking í 16. sep. á vp.fo, ikki megnar at halda høvuðsstaðin uttanfyri í síni roynd at lýsa Norðoyggjar sum eitt búskaparliga einsamalt og forfjónað øki í Føroyum.

Tórshavnar kommuna hevur raðfest sínar íløgur bæði við atliti at tørvinum hjá kommununi og sum part av samlaða íløgukarminum hjá Føroya landi. Jákup Mikkelsen sigur m.a. í sínum lesarabrævi, at Tórshavnar kommuna arbeiðir við at spreingja Glyvursnes burtur og søkkja tað í Nólsoyarfjørð. Hann sigur, at hetta kostar hálva milliard, samstundis sum Føroya besta natúrhavn kemur at liggja einans 10 km frá Skansanum, tá Skálafjarðartunnilin letur upp. Tað fellir honum eisini fyri bróstið, at Glasir er ein 2-300 milliónir krónur dýrari verkætlan í Havn sammett við upprunaligu ætlanina.

Jákup Mikkelsen eigur at vita, at tað verða hvørki ein natúrhavn á Skálafjørðinum ella vantandi útbúgvingarlig viðurskifti í Klaksvík, sum koma at avgera, hvussu Tórshavnar kommuna sum sjálvstøðug kommunal eind í Føroyum og høvuðsstaður Føroya skal raðfesta síni viðurskifti innanhýsis í kommununi.
Høvuðsstaðurin hevur tørv á góðum havnarviðurskiftum, og høvuðsstaðurin leggur fegin grundøki til almennar stovnar, tá tørvur er at leggja hesar stovnar í Havn.

Um tað ikki gongst eftir vild í Norðoyggjum, so er tað kanska politiska handalagið hjá Jákupi Mikkelsen og øðrum, sum skal styrkjast, áðrenn hann dregur høvuðsstaðin upp í sína landspolitisku gremjan og stúran.


Vinalig heilsan
Bogi Andreasen, býráðslimur
Form. í vinnunevndini


Lagt út: Bogi Andreasen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi