Venjing í Leirvíkartunlinum
Sum liður í tilbúgvingini hjá Landsverki varð skipað fyri eini venjing í Leirvíkartunlinum seint seinnapartin í gjár.
Endamálið við venjingini var at royna deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og samstarvið partanna millum.
Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Sløkkiliðið í Eystur kommunu, Politiið og Sjúkraflutningstænastan. Harafturat vóru eisini eygleiðarar við fyri teir ymisku innsatspartarnar.
Bólkurin, sum stóð fyri venjingini, fer nú at gjøgnumganga eygleiðarafrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum.
Teir sum stóðu fyri venjingini vóru: Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið, Martin Berg , Politiið, Hans Jákup Simonsen og Hjalgrím Andreasen, Heilsuverk Føroya og Jákup N. Olsen, Landsverk.
Her eru nakrar myndir frá venjingini, sum eru at finna á heimasíðuni hjá Landsverki:
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur