Norðulandahúsið: Land í eygsjón
Environmental Ephemerals - úr Spokane, New York, Bruxelles og Stockholm til Tjørnuvíkar.
Fyri myndlistini á Land í eygsjón standa tey bæði listafólkini Rydh og Sörenson. Environmental Ephemerels er ein verkætlan sum røkkur úr Spokane, New York, Bruxelles og Stockholm til Tjørnuvíkar. Rydh og Sörenson arbeiða við at skapa fyribils, staðkend verk í náttúruni. Tað at skapa nakað, sum er stokkut og fyribils, letur upp fyri eini serligari sjarmu og fyri heimspekiligum møguleikum. Verkini verða nýtt sum grundarlag fyri innstallatiónum og videoverkum, har tað hugtakandi uttanhýsisrúmið verður sett inn.
Framsýningin verður í dansistovuni frá í morgin 23. september til sunnudagin 25. november.
Meiri kunning um hetta er at finna á nlh.fo
Kelda: Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur