Trump sett 5 strong krøv fram til ST
- Ljóðbrot úr sendingini "Andøvsløtan" Nógv hava hoyrt úr torutaluni, Trump forseti helt í ST mánadagin, tá hann hótti Norðurkorea, men hann kravdi eisini, at ST tekur annað skinn um bak.
Ikki hissini fyrsta røða, ið Trump forseti helt á ST-aðalfundi mánadagin. Mest hugtók skortfleingjan, ið ”rakettdrongurin” í Pyongyang fekk yvir seg.
Trump krevur, at øll limalond gera sítt til, at ST-boykottið móti atomvápnaða sosialistiska terrorstatinum í Fjareystri tvingar Kim Yong Un í knæ. Higartil hevur einki hjálpt. Vestanlond eru hjálparleys, tí Kina stuðlar Norðurkorea.
Men tað var neyvan bert, tí at sosialistiska og tískil hungursrakta Norðurkorea fekk eina skolu frá amerikanska forsetanum, at Bibi Netnyahu kallaði røðu Trumps ta bestu, ið er hildin í ST farnu 30 árini, síðan Reagan ella Thatcher.
Tað eru heldur tey 5 krøvini, ið Trump setti fram móti ST, ið jú er ein vónleysa korruptur felagskapur, ið hava hugtikið ísraelska forsætisráðharran.
Donald Trump kravdi m.o. hesar 5 ábøtur, ið ST skal áleggja sær sjálvum:
1. Limalondini skulu hereftir gjalda sín rímiliga lut av tí, sum ST kostar at reka. ST skal rudda upp í sínum egna køsti av vanstýring og mismuni í ójøvnum krøvum til tey limalond, ið røkja sínar skyldur móti egnum íbúgvum, og tey limalond, ið látast og hykla, men vanrøkja sínar grundleggjandi skyldur.
2. Trump krevur, at ST viðurkennir, at USA hevur rætt til at røkja sínar skyldur móti egnum áhugamálum fyrst og síðan áhugamál hjá ST o.ø. londum.
3. ST skal førdøma Iran fyri fleiri brot á avtaluna, ið Obama o.a. vesturlendskir leiðarar gjørdu við prestastýrið í Teheran um ikki at stuðla terror og gera kjarnorkuvápn. Annars ógildar Trump avtaluna við einum pennastroki.
4. ST skal tryggja, at einmælta boykottið móti Norðurkorea ber á mál.
5. ST skal styrkja samstarvið millum limalondini til at bøta trygd og frið í heimi.
Ja. Hetta eru mergjað orð og hollari mál fyri heimin, ið Trump áleggur ST, enn tann søtsúpanin, ið Obama gav heimsins bandittstatum at sutla og svansa í.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur