Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Klandurslyndi gjørdi, at Helmuth Kohl ikki varð jarðaður í Týsklandi

Andøvsløtan | 23/09-2017 21:35

- Ljóðbrot úr sendingini "Andøvsløtan" Fólk sóu ein stóran politikara í Helmuth Kohl kanslara, ið sameindi Týskland og savnaði ES. Men persónliga klandraðist hann við øll, siga eygnavitni nú

Vesturheimurin virdi Helmuth Kohl sum framúr politikara og Kanslara. Men Kohl hevði so trupult sinnalag og samdist so illa við familju sína, við floks- og starvsfelagar, at eljustríð stóðst av sjálvt jarðaferðini, skrivar Deutsche Welle.

Blaðið harmast, at hesin stóri sonur Týsklands, ið sameindi Vestur- og Eysturtýskland uttan vápnað stríð og styrkti ES, skuldi fáa so ringa lagnu hansara síðstu ár. Men Kohl var alt lívið illgrunasamur av lyndi og ræðin.

Hann varð í 1973 valdur floksformaður Kristliga Demokratiska floksins, 43 ára gamal, og sjáldsama leingi Bundeskanslari, líka frá 1982 til 1998, í heili 16 ár.

Tað er løgið, at ein floks- og statsleiðari skuldi sita so illa um sátt við øll tey, hann samstarvaði við, heldur enn at vera diplomatiskur og hóvligur.

Hann var 1,95 m til hæddar, vá 150 kilo, tá hann var prúðast, hevði evnini at brosa, tá hann skuldi, og hevði slíka virðing, at hann fekk sín vilja tað mesta av tíðini.

So kalt varð millum hann og synirnar, og annar frætti deyða pápans í útvarpi.

Kohl sá ein svíkjara í flestu týsku politikarum. Heldur ikki Wolfgang Schauble fann náði fyri eygum Kanslarans, hóast hann hjálpti honum meiri enn nakar annar til at skriva skjalið, ið legði BRD og DDR saman í eitt ríki.

Schauble er enn týskur fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Angelu Merkel.

Tað mundi svíða fast at hjá Kohl, at hann varð noyddur at leggja frá sær 68 ára gamal, tá hann varð funnin sekur í at hava farið lætt um pening floksins í einum valstríði, sum teir konservativu undir Kohl vunnu lættliga, sum vant.

Kohl sýtti fyri at verða jarðaður í Týsklandi. Eftir 14 daga tvídrátt endaði tað við, at ein minnishátíð varð hildin í Strassbourg í Fraklandi, har Angela Merkel akkurát slapp at siga nøkur orð.

Ringa sinnalag Helmuth Kohls gjørdi, at jarðarferðin ikki gjørdist høvi til at sameina og takka øllum teimum, ið sameindu Týskland og styrktu ES.


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi