Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Heilsu- og Innlendismálaráðið, - kumpassin má rættast nakað

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 04/10-2017 21:32

Tað hevur leingi verið eitt ynski í Skálafjarðar Læknadømi, at settur verður ein 4. kommunulækni í økinum. Orsøkin er, at verandi tríggir læknar eru ovbyrjaðir við 2.100 íbúgvum sum virkisgrundarlagi hvør.

Í eini útvarpssending fyri kortum segði landsstýriskvinnan í heilsumálum, at orsøkin til at hon ikki heitti á Føroya løgting um eykajáttan, í eini eykajáttan, til hin 4. kommunulæknan í hesum økinum var, at viðtaluhøli ikki vóru tøk. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu gav ilt av sær og vísti hesum aftur, og seinri spurdi tingmaðurin Bill Justinussen landsstýriskvinnuna um hesi viðurskifti í einum §52a fyrispurningi.

Tað er bara ein kommunulækni í føstum starvi, sum er, og orsøkin til at læknar ikki søkja føstu størvini man fyri tað mesta vera av tí orsøk, at arbeiðsbyrðan er ov tung. Hon gerst munandi lættari og høgligari, táið virkisgrundarlagið verður 1.575 íbúgvar hjá hvørjum lækna einsæris, heldur enn 2.100, sum nú er.

Svarið, sum Sirið Stenberg hevur latið Bill Justinussen hin 30. september, er serstakliga fløkt og ikki heilt samsvarandi sannleikanum, soleiðis sum vit kenna hann. Tí má kumpassin rættast nakað.

12. mai 2014 undirrita Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, Magnus Rasmussen, Jóhannus Danielsen og Artur Johansen, borgarstjórar, eina semju, sum ger greitt, at eitt nýstovnað Skálafjarðar Læknadømi miðar eftir at savna kommunulæknarnar við Skálafjørðin í einum Heilsudepli í Runavík.

Í hesi semju stendur m.a.: “Við støði í hesum eru kommunustýrini og landsstýrismaðurin samd um, at Heilsudepilin við Skálafjørðin verður staðsettur við læknaviðtalum til tríggjar kommunulæknar á Heilsumiðstøðini í Runavík. Fyri at frástøðan til kommunulækna ikki skal verða ov stór hjá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum, verður læknaviðtalan á Strondum verandi opin tveir dagar um vikuna, inntil nýggj farleið er komin um Skálafjørð, ið styttir um fjarstøðuna hjá borgarunum í økinum.”

Virkað hevur verið samsvarandi hesum sáttmála síðani. Nes- og Runavíkar kommunur bygdu og eiga bygningin, har sum Heilsudepilin heldur til. Sjóvar kommuna eigur viðtaluhølið á Strondum, og hetta viðtaluhølið skal undir øllum umstøðum brúkast fram hagartil, at tað verður koyrandi undir havbotninum ímillum Strendur og Runavík, soleiðis sum avrátt er í sáttmálanum. Í so máta er her talan um eitt viðtaluhøli, sum skal vera í brúki fleiri ár framyvir. Í Runavík vóru tvey viðtaluhølir, táið sáttmálin varð undirskrivaður, og viðtala var á Skála. Farið var beinanvegin undir at byggja um í Runavík soleiðis, at tríggir kommunulæknar kundu halda til í Heilsudeplinum, hóast væl vitandi, at tann eini í nøkur ár kom at pendla ímillum Strendur og Runavík, og samstundis varð viðtalan á Skála latin aftur.

Arbeiðið er fyri langt síðani liðugt, og í drúgva tíð hevur Skálafjarðar Læknadømi tí havt 4 viðtaluhølir tøk, hóast normering bara hevur verið til tríggjar kommunulæknar.

Okkurt bendir á, at embætisfólkini hjá Sirið Stenberg ikki eru greið yvir, hvat tey takast við í hesum førinum, nú tey royndu, helst sum frægast, at svara spurninginum hjá Bill Justinussen. Sagt verður í svarinum, at Runavíkar kommuna skal hava upplýst, at viðtaluhølir ikki eru tøk í løtuni, og lagt verður afturat, at tað verður neyðugt at byggja hølini út, so tey kunnu rúma einum kommunulækna afturat.

Tað er her at ministeriella kumpassin fer fullkomuliga av kós. Vit hava ikki upplýst *HIMR um nakað, sum hevur við viðtalutrot at gera yvirhøvur. Runavíkar kommuna er bara partur av einum felags læknadømi, tí kunnu vit ikki viðgerast sum ein einsamallur samráðingarpartur, tikin burtur úr høpinum, sum er Skálafjarðar Læknadømi (Nes, Runavíkar- og Sjóvar kommunur). Borgarstjórin veit onki um hetta, sjálvandi ikki, tí øll vit sum búgva í økinum hava leingi vitað, at fýra – 4 - viðtalur eru tøkar í økinum. Vónandi er hetta spunasmíðið hjá embætisverkinum í *HIMR ikki ein neyðarslig roynd at draga landsstýriskvinnuna uppá turt aftur, eftir útsøgnina í Útvarpinum um, at hon ikki hevði heitt á Føroya løgting um at veita neyðuga fæið til 4. kommunulæknan orsaka av hølis- og viðtalutroti. Velji heldur at trúgva og halda, at vantandi administrativur kunnleiki og førleiki er orsøkin til miséruna.

Samanumtikið so hava 4 viðtaluhølir leingi verið tøk í Skálafjarðar Læknadømi, um *HIMR ikki visti tað, so var Heilsutrygd vitandi um hetta, og vit fegnast nú um, at Sirið Stenberg umsíðir hevur tikið avgerðina, at normera fjórða starvið í økinum.

Sáttmálin ímillum *HIMR og kommunurnar við Skálafjørðin bindur undir øllum umstøðum ein lækna til viðtaluna á Strondum fram til 2020, parts- ella heiltíðar. Sjóvar kommuna stjórnar hesi viðtalu, meðan Nes- og Runavíkar kommunur fyri langt síðani eru farnar undir at fyrireika útbygging av Heilsudeplinum í Runavík til fjórðu viðtaluna soleiðis, at vit kunnu taka ímóti læknanum á Strondum, tá koyrandi verður undir havbotninum um eini 3 ár.

Tað kom nakað av stígi í arbeiðið, táið landsstýriskvinnan boðaði almenna rúminum frá, at *HIMR hevði ætlanir um at reka bygningarnar eisini. Okkara spurningar eftir hetta vóru sjálvandi, um vit nú skuldu fara at brúka kommunalu íløgukrónurnar til bygningar, ið aftur skuldu leigast út til landsgeiran, og heldur ikki vistu vit, hvat leigugjaldið fór at verða. Og alternativt kundi tað jú verða soleiðis, at *HIMR sjálvt fór undir at byggja heilsudeplar. Ella at uppkeypa teir verandi, sum kommunurnar hava brúkt 10´tals, kanska 100´tals, milliónir av íløgukrónum til ígjøgnum árini. Ongin ítøkilig ætlan sæst um eina slíka okkupatión enn, men ein slík ætlan kann sjálvandi koma undan kavi, áðrenn sólin rennur úr havsbrúnni í morginári. Í politikki kann alt henda, eisini tað mest óvæntaða, fyri ikki at siga ótrúliga, har farið verður um meginreglulig mørk ímillum kommunala og landsgeiran - eisini í fíggjarmálum. Hendan er tíðin, tá handlar kunnu gerast, í hvussu er fram til 3. og endaligu viðgerðina av løgtingsfíggjarlógini, sum plagar at vera beint fyri jól ella ímillum jóla og nýggjárs.

Ætlanir Sirið Stenbergs, um at gera føroyskar kommunulæknar til almennar funktionerar, hevur ikki hjálpt uppá stabilitetin í kommunulæknaskipanini, skal sigast.

Kommunulæknaskipanin er ímillum mest týðandi funktiónir í einum samfelag, serliga har sum langt er til sjúkrahús, tí fegnast vit samanumtikið um takið hjá Sirið Stenberg, at fáa hin fjórða kommunulæknan settan við Skálafjarðar Læknadømi.


Lagt út: Tórbjørn Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi