Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Stjórnarskipanin, ein blendingur uttan innihald?

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 06/10-2017 08:20
Mynd: Kringvarp Føroya

- og har kristnitrúgvin er givin upp fyri skutil

Síðani aldarskiftið hava skiftandi landsstýri/løgting havt grundlóg, seinni stjórnarskipan á skrá. Í einum fullveldi er grundlóg vanliga kjølurin undir rættartrygdini hjá borgarunum og bulurin í øllum lógarsmíði.
Sostatt er endamálið sjálvsagt. Spurningurin er bara, hvat skal fyrst á skrá – fullveldi ella stjórnarskipanin?
Sum so mangan, so er viðgerðin druknað í formalismu og petitessum, og úrslitið hevur verið samsvarandi, nevniliga ein blendingur, sum ikki hevur átt fulla undirtøku, tá avtornaði.

Einki konsensus
Nú hevur so løgmaður, sum ketta úr høvdatrogi, sent stjórnarskipan, fyrst til hoyringar í hægstu summartíð og nú í Løgtingið.
Mannagongdin er hin eyðkenda, uttan konsensus við flokkarnar á Løgtingi, verður hetta stórmál brádliga eitt samgongumál, uttan nakra sum helst vissu fyri semju tvørturum floksmørk.

Í 2011 var nøkulunda breið semja í §25b-nevndini um stjórnarskipanaruppskotið. Kortini datt málið á gólvið, tá Tjóðveldi ikki kundi góðtaka sakliga lýsing av verandi stjórnarrættaligu støðu Føroya og vendi uppskotinum bakið.
Sum kunnugt endaði alt í einum hurlivasa og Sjúrður Skaale kvetti við Tjóðveldi.

Nú er uppskotið aftur í ljósmála, kortini ikki tað, sum semja kundi verða um, men ístaðin eldri útgáva frá 2010, sum eingin semja var um, og sum umsitingin í Løgtinginum tá mælti til burturvísing.

At tekkjast summum sýnist tað, at løgmaður nú av sínum eintingum hevur redigerað í stjórnarskipanini, sum er framløgd i Løgtinginum. Ella samanumtikið eitt uppskot, sum ikki hevur hald í semju, hvørki innan ella uttan samgongugáttina.

Stóri spurningurin er sostatt, hvønn blending skulu veljararnir nú taka støðu til?

Fráboðað í ST
Í innleidninginum verður boðað frá, at “Stjórnarskipanin setir ikki úr gildi verandi stjórnarrættarligu sáttmálar og altjóðaavtalur”.

Hvat hetta merkir verður einki sagt um, kortini verður tað tulkað av nøkrum, at okkara viðurskifti í ríkisfelagsskapinum verða tey somu – altso, at grundlógin framvegis verður í gildi, hóast hon hvørki er stjórnarrættarligur sáttmáli ella altjóðaavtala?

Í sama setningi verður síðani staðfest, “.. at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrætt og fullan rætt til at siga hesar upp.”
Spurningurin er, hvat vil løgmaður/samgongan við hesum setningi? Hví skal atkvøðast um tað?
Um uppskotið fellur við fólkaatkvøðuni, hava vit so frásagt okkum henda sjálvsagda rætt, sum vit sambært øllum altjóða allýsingum longu eiga?

Rættur sum upp í saman er viðurkendur av skiftandi donskum stjórnum, og sum við endan av 2006 eisini er staðfestur í fráboðan til ST, har tað m.a. stendur orðarætt, at “Føroya fólk hevur og varðveitir sítt ómissandi frælsi til sjálvsavgerðarrætt í samsvari við altjóða lóg.”
Í somu fráboðan til ST var støða Føroya lýst frá landnámi, umvegis fólkaatkvøðuna í 1946, um heimastýrislógina til yvirtøkulógina frá 2005.

Tekstur, eisini tøkur á løgmansskrivstovuni, skrivaður av føroyska embætisverkinum og fráboðaður ST av donsku stjórnini.

Stórhending duld
Viðkomandi spurningurin er, hví sjálvbestaltaða fjórða statsvaldið KvF, ongantíð hevur kunnað Føroya Fólk um hesa yvirlýsingina send ST í 2006 – duld sum mansmorð, yvirlýsing sum í roynd og veru var stórhending á okkara politisku leið.

Nei, nú er betri at hava áhaldandi seinnapartsendingar um støðuna í Catalonia og gera hana javnbara við okkara støðu í “sokallaða ríkisfelagsskapinum” (sitat Tjóðveldi), við spankulerandi tjóðveldismanni sum “altjóða” øbservatør, har danir sjálvandi rinda kostnaðin!

Yvir ella undir?
Annar viðkomandi spurningur, tó framvegis ósvaraður er, hvar stjórnarskipanin er í mun til grundlógina? Yvir, javnsett ella undir? Eisini her er totalur forvirringur.

Sambært Tjóðveldi, sum livir av konfliktum heldur enn av loysnum, so hava vit sjálvsagt onga grundlóg, so har gevur svarið seg sjálvt, meðan løgmaður hevur malið sum hundur um heitan greyt og hevur tosað um javnsetta lóg.

Kortini endar uppskotið frá landsstýrinum í § 57 við, at “Lógin verður útint sambært verandi stjórnarrættarligu støðu, til avgerð verður tikin um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt ríki.”

Altso, uppskotna stjórnarskipanin hevur ongan týdning fyrr enn Føroyar hava tikið loysing! Ein nullitetur, sum onkur hevur sagt. Hvat er so endamálið við øllum hesum politiska øvilsinum?

Er tað bara blivið ein spurningur um at presentera ein glansmynd, politiskt gluggapynt, fyri at sleppa undan ákæru um atgerðarloysi? Pynt, sum kann enda sum følnað politiskt blómutyssi sum frálíður?

Samleikaskjalið
At gera øll í ørviti, kallar løgmaður nú stjórnarskipanina eitt samleikaskjal. Hvat merkir tað?
Og hvat er veruliga innihaldið, tá eingin viðmerking er til lógargreinarnar, og tað tískil er til hvønn einstakan at tulka sín samleika, alt eftir politiskum observansi?

Er so endamálið bara, at gera føroyingar enn meira politiskar hugklovningar enn higartil? Undarligt, at eingin spyr.

Kulturkristni
Uttan viðmerkingar er tað trupult at taka støðu til ymsu lógargreinarnar. Summar greinar tykjast greiðar og sjálvsagdar, aðrar slettis ikki. Ásetingar eru eisini, sum veruliga vekja ans, og er uppskotið um trúarfrælsi kanska tann mest ørkymlandi.

Í uppskotinum frá landsstýrinum er sett, at “Kristnitrúnni kunnu verða veittar serligar sømdir, tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir.”

Her eiga allar ávaringarskipanir at verða virknar.
At veita “kristnitrúnni serligar sømdir, uttan at gera seg inn á aðrar fatanir”, er orðing, har kristnitrúgvin og -tignin verður treytað av, hvat aðrar trúarfatanir halda um okkara kristnu trúgv, tign og etisku virði, sum kristnitrúgvin er bygd á.
Ella sagt øðrvísi, framyvir skulu gudloysingar, muslimar o.o. definera, hvørjar sømdir okkara kristnitrúgv skal hava.
Hetta er leiðin til átrúnaðarligt hóttafall, har okkara kristna siðalagslæra skal víkja fyri øðrum átrúnaði, ella avnoktan av trúnni.

Úrslitið verður, at okkara kristni siðaarvur verður degraderaður til kulturkristindóm, javnbjóðis øllum tí, sum rekur inn á okkara trúar- og mentanarlív uttanífrá. Men tað er kanska eisini ætlanin?
M.a. er hetta tað, sum løgmaður og hansara samgonga bjóða Løgtingi og føroyingum at taka støðu til – skunduppskot, sum sjónliga er sent úr landsstýrinum í politiskum panikki.

Hetta politiska glantrið er tó einki undantak – er reglan heldur enn undantakið.
Henda samgongan svimur nú í peningi, sum undanfarna niðraða og útspilta borgarliga samgonga kláraði at leggja lunnar undir, og er borgarliga skapta ríkidømið nú límið, sum heldur sosilistiska glantrileikin koyrandi.
Jú, vissuliga er skilið er ringt.

 

Bjarni Djurholm


Lagt út: Bjarni Djurholm
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi