Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Turkaland forðaði fyri, at oyggin Cypros varð sameind

Andøvsløtan | 06/10-2017 19:37

Turkaland sýtti at taka sínar 30.000 hermenn av Cypern í samráðingum við Grikkaland herfyri, so miðjarðhavsoyggin er framvegis tvíbýtt sum í 43 ár

Samráðingar, tær síðstu 2 vikurnar í Sveis, um at sameina Cypern endaðu á nátt, eftir at partarnir høvdu rópt og geylað og næstan barst dag og nátt.

Tá høvdu menn samráðst í 2 ár undir ST-leiðslu. Hetta umfarið er tað síðsta og tað, ið gav pørtunum frægast vónir um eina góða loysn á tvíbýttu oynni.

Cypern eystast í Miðjarðhavi hevur verið miðdepil fyri mongum bardøgum um yvirræðið á oynni. Osmannaríkið (muslimska turkiska kaliffatið) ráddu á oynni í øldir, men frá 1914 høvdu bretar valdið til 1960, tá oyggin fekk sjálvstýri.

Cypern er 9.200 km2 (sum Sæland) til víddar, nú við 1,2 mió íbúgvum, harav nógv tey flestu eru grikkar og minni enn 20% turkar).

Eitt stutt, blóðigt borgarakríggj leikaði millum teir kypriotar, ið vildu, at oyggin skuldi verða partur av Grikkaland, og teir, ið kravdu sjálvstýri og vunnu.

Ankara kravdi í 1950-unum serlig rættindi fyri turkiska minnilutan á Cypern.

Ein vøkkultur friður valdaði til 1974, tá hermannastýrið í Athen gjørdi tann brølara at gera innrás og leggja Cypern undir NATO-limalandið Grikkaland.

Turkaland, eisini NATO-limur, 8 ferðir so fjølment og hernarliga nógv sterkari, gjørdi vápnaða mótinnrás, so at ST hevur noyðst at hildið fram at tryggja friðin á nú heilt sundurbýttu oynni, har suðuri grisk og har norðuri turkisk.

Bert Turkaland viðurkennir turkiska partin, restin av heiminum tann grikska.

30.000 turkiskir hermenn liggja í buktini til at verja turkiska minnilutan, ið Turkaland brúkar sum umbering fyri síni hjáveru. Sum sagt heldur Cypern nú fram sum ein tvíbýtt oyggj við múri og ST-geira ímillum partarnar.

Oyggin dregur mong evropisk ferðafólk, men tey halda øll til á sunnara parti, sum er grikskur uttan turkiskan minniluta.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Prát við Jóan Paula í Geil
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Samgongulimur: Tunnilin til Fámjins verður boðin út í morgin
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Semja við handverkarafeløgini
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Stefan Løfven fallin
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Nógvur vindur í løtuni - bilur tikin av vindi
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Eyðun Mørkøre - øll nýtast ikki at búgva í Havn
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Skuldsettur fyri dráp
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Leggi ikki í at leggja meg út í orðadrátt við Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi