Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Nú orkaði sjálvt ikki Kanada fleiri tilflytarar

Andøvsløtan | 06/10 21:12

Kanada hevur havt sosialistin Justin Trudeau sum forsætisráðharra farnu 2 árini. Hesin stak politiskt korrekti statsleiðari talar nú at streyminum av tilflytarum úr USA

Justin Trudeau hevur fingið dyggan stuðul frá vinstrahallum kanadiarum, tí hann er so deiliga politiskt korrektur, at alt ber til, og einki er ov langt úti.

At Trudeau er so vinstrahallur er ættarbregði. Pápi hansara, ið eisini var forsætisráðharri í Kanada 1968-79, lá langt til vinstru. Mamman, Margaret, livdi lætt og var meiri enn væl við Fidel Castro, ið sigst vera biologiski pápi verandi statsleiðaran í Kanada. Hesin Trudeau og Fidel eru meinlíkir.

Tá Dunaldur Trump fór undir at tøma amerikansk fongsul fyri ólógligar miðamerikanskar brotsmenn og tveita teir heimaftur úr USA, beyð tann “hjartagóði” Trudeau øllum teimum, ið hava “tungt at bera”, til Kanada.

Trudeau hevur verið lúsutur ímóti Trump forseta, ikki minst tá hann tweetaði út um heimin, at allir muslimar, sum Trump hevði sett innferðarbann til USA, tí eingin visti, hvørjum terrorstatum tey komu úr, vóru vælkomnir til Kanada.

Eisini 1000-tals latínamerikanar, ið vóru flýddir heimanífrá til USA, har tey hildu seg kunna gera, sum teimum lysti, tustu norður til markið til Kanada.

Men nú nærkast heystið, og tað gerst ov kalt hjá teimum at bíða við markið eftir, at teirra umsóknir um uppihaldsloyvi í Kanada verða viðgjørdar.

Tey, ið eru sloppin inn um mark til Kanada, bera seg at sum brótaraross.Tey flestu av teim 11.000 innslopnu eru villmenn av Haiti.

Skjótt bleiv ovboðið hjá kanadiarum at hýsa hesum villu. Tá hjartagóðskan hjá humanistinum í Ottawa fekk mótstøðu frá egnum veljarum, vendi rangan út.

Fals slær egnan mann á háls. Eftir at hava boðið heimsins landastrokum til Kanada, noyddist forsætisráðharrin av haka í og hótta alment, at treytin fyri at fáa uppihaldsloyvi í Kanada er, “at migrantar mugu fylgja landsins lógum, og tær eru mangar,” sum tað stendur í boðunum til heimsins reikarar, ið eingin vil hava sum gestir, tí tey yvirtaka og knúsa húsini og reka húsfólkini á dyr.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum
Brúgvin 73 - 11. des. 2017
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi