Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Manifestið og kommisserveldið

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 07/10-2017 22:11

- sanniliga hava bróðir løgmann, sjómenn og hinir frælsu vinnurekandi alla orsøk til stúran

Tá løgtingsformaðurin sendi tingið til hús í juli, slapp fiskimálaráðharrin sum vant at útleggja tekstin, at definera sannleikan – at øll hini høvdu skuldina. Hann var sjálvsagt ovfarin, men skuldi leggja fiskivinnureformin aftur fyri tingið á ólavsøku.

Í september brast fyri nev. Í ljósmála kom uppskot, sum mestsum var hitt sama, skipast skal ein sosialistisk høvuðsvinna undir yvirskriftini - ogn Føroya Fólks. Uppskot, sum eingin semja var um tveir mánaðir frammanundan. Men nú vóru øll samd, tað var so vist. Øll (sam)gongan hevði skrivað undir, sambært løgmanni.

 

Flestu kunnugt er endamálið við fiskivinnuuppskotinum ikki at røkka einum sokallaðum samhaldsføstum Føroyum, sum løgmaður annars í uppiípráti við fiskimálaráðharran heldur uppá, men er ætlanin harafturímóti ein kollvelting av okkara frælsu marknaðarskipan.
Veruliga endamálið er at tað almenna kann sita eftir við reindyrkaðari politiskari útlutan.

 

Tá sosialistiska samgongan varð skipað var høvuðsboðskapurin, at øll sokallað politisk útlutan av veiðurættindum skuldi steðgast - øll spekulatión halda uppat og allur vinningur í samband við sølu av veiðurættindum skuldi í landskassan.

Sagt øðrvísi, total tjóðartøka av øllum fiskirættindum - at fremja skipan, sum er sprottin úr politiska jørðildinum, sum sosialisman er runnin úr, og har Tjóðveldi hevur sítt kamufleraða búfesti.

 

Stúran

Fiskivinnureformurin hevur sjálvsagt havt við sær mikla stúran í fiskivinnuni. Bróðir løgmans hevur upp í saman víst á, at henda sokallaða nýskipanin fer at hava við sær niðurgongd fyri hansara virksemið, og línuflotan sum heild.

Men einki rínir við. Tjóðveldi og opportunistiska Framsóknin eru í politiskum skrásettum parlagi, kveiktir av monopólum og totaliteru áramálsettu heildarætlanum handan falna jarntjaldið, har samskipaður ætlanarbúskapur bleiv ásettur av almennum kommisserum sum amboð at umsita ogn fólksins.

Próvgrundin tá var hin sama sum í fiskivinnunýskipanini: Fríu marknaðarkreftirnar vóru órættvísar og forðaðu fyri javnari atgongd og rættvísari útluting av ogn fólksins.

 

Kommisserveldi

Tað er sjónligt, at landsstýrið hevur sín íblástur úr hesum ástøði. Rættindi, sum ikki verða seld á uppboðssølu, skulu nú hava gildi í 6 ár. Um hetta tíðarskeið verður longt ella stytt, liggur í óvissuni. Útvaldir kommisserar skulu, umvegis Løgtingið, á hvørjum ári taka støðu til, um 6 ára tíðarskeiðið skal sigast upp ella ikki. Somu kommisserar skulu eisini árliga avgera fiskiskapin á fjarleiðum.

Soleiðis skal høvuðsvinnan vera í politiskum leiki, har afturvendandi árliga stýringin skal verða partur av politiskt stýrdari viðgerð, sum verður lagað av kommisserskipanin hjá Ingolfi S. Olsen, fráfarna (rikin úr starvi) skrivara í Fiskimannafelagnum og hansara politisku fylgisneytum. Ella sagt øðrvísi – endamálið er total politisk stýring av fiskivinnuni.

 

 

Einki álit

Eingin í vinnuni hevur álit á fiskivinnuuppskotinum. Tað eru helst bara tey 16 samgongutingfólkini og so leysa 17. kanónin, sum hava sæð ljósið.

Hvussu verður við Skorheim kunnu vit bara gita um, nú hann mest líkjast eini politiskari saloonhurð.

Apropos vingl, kanska skuldi hann farið í burka, so almenningurin kundi kappgitt um, hvønn veg hann nú vendir?  

Øll onnur, sum hava eitt minsta vet av innliti í høvuðsvinnuna, eru greið yvir, at fyriliggjandi uppskot er ónýtiligt og ógjørligt at umsita.

Fiskidagarnir skulu í søguna. Vit skulu hava kvotur. Føroyingar royndu kvotur í tvey ár og niðurstøðan var greið - at tær vóru ómøgligar at umsita. Nú ætlar samgongan at endurtaka hetta eksperiment, sum er deyðadømt frá byrjan, bæði av praktiskum orsøkum, og tí kvotur hava sum fyritreyt, at tær verða fult umsetiligar.

 

Ongar útrokningar

Eisini skulu útlendingar úr vinnuni innan 6 ár. Landsstýrið hevur ongar konsekvensútrokningar gjørt um, hvørjar avleiðingarnar hetta fær fyri fiskivinnuna og samfelagið.

At reiðaríini mugu keypa útlendsku partarnar út, sum fer at kosta teimum kassan, verður slettis ikki umrøtt.

Eisini dylir landsstýrið, at útlendskur kapitalur var fortreytin fyri virkseminum, sum í dag er í Klaksvík, at nýggja flakavirkið í Eysturoynni Faroe Origin bleiv stovnað, at pelagiska virki í Kollafirði varð bygt o.s.fr.

Landsstýri og samgongulimir burdu vita, at eingi virki verða bygd á landi uttan trygga atgongd til rávøru. At skilja skipini frá virkjunum ber snøgt sagt ikki til.

Men nú øll loyvi skulu tjóðartakast og virðini kanaliserast í landskassan til almenna umfordeiling, er sjálvandi ikki pláss fyri útlendingum.

Stóri spurningurin er, hvat landsstýrið ætlar sær, tá kapitalurin í høvuðsvinnuni er uppbrúktur. Kanska at leggja eftir alivinnuni?

 

Kasino

Burtursæð frá, at kasino-uppboðssølurnar hava givið landskassanum inntøkur, so er ætlaða endamálið als ikki rokkið. Keypararnir hava verið effinett teir somu, sum frammanundan hava havt veiðirættindini.

Einasta úrslitið hjá landsstýrinum er, at peningur er tikin úr fyrst liði í virðisskapanini til politiska umfordeiling, meðan vinnan hevur havt sera trupult at leggja síni viðurskifti til rættis, umframt, at úrslitið á botnlinjuni hjá aktørunum er versnað munandi og lønsemið somuleiðis.

Ikki minst er ætlanin at selja 25% av kvotunum í Barentshavinum ræðandi fyri vinnuna. Við lækkandi tonsatali og nú eisini menningarkvotum, fara vinnumøguleikarnir hjá langfaraflotanum so líðani fyri skeyti. Men tað er kanska eisini partur av yvirskipaðu ætlanini hjá landsstýrinum?

 

Revolvarapolitikkur

Eisini vil landsstýrið, at skiftistíðin til at allur avskurður skal flytast til lands, skal vera 4 ár. At tvinga vinnuna við so minimalari skiftistíð at taka høvd, garnar osfr. til lands, uttan yvirhøvur at hava ráðført seg við vinnuna, er reindyrkaður revolvarapolitikkur, sum bara er framhald av tí trábeinta fiskivinnupolitikkinum, sum eyðkennir áhaldandi trongdina at fáa vinnuna á knøini.

Ætlaðu menningarkvoturnar uppá 7%, svarandi til meira enn 50.000 tons, sum ikki er annað enn reindyrkað politisk útlutan, og tí nærkast politiskari korruptión, er ræðandi dømi um, hvussu landsstýrið og samgongan ætlar at liða høvuðsvinnuna sundur. Tað er púra ókunnugt hvørjum leisti hesar kvotur verða lutaðar eftir.

 

Eingin mannagongd

Landsstýrismaðurin sleppur sum vant at definera sannleikan, uttan at hann kann vísa á nakra konkreta mannagongd ella uppskot til kunngerð. Einasta hann hevur at siga er, hann lovar fult gjøgnumskygni, tá menningarkvoturnar skulu útlutast?

Soleiðis sleppur landsstýrismaðurin at legalisera politisku útlutanina – sum er púrasta óseriøs og beint ímóti páhildnu ásetingunum um, at talan skal vera um eina marknaðargrundaða skipan.

Men eisini her sleppur landsstýrismaðurin undan at svara fyri seg - ja, tað tykist slettis ikki at hava miðlaáhuga yvirhøvur.

Tað hevði verið annað skilið, hevði undanfarna samgonga tikið stig til slíkar politiskar rossahandlar. Tá hevði landsstýrismaðurin vissuliga ikki sloppið undan miðlaágangi bara við at ”lova” fult gjøgnumskygni.

Men tað er jú munur á monnum og ikki minst politikki, tá samanumkemur….

 

Æðralatast

At fáa frið at fremja størsta inntrivið í føroyskt vinnulív nakrantíð, at fremja kollveltingina, har landsstýrismaðurin og hansara kollektivistiska samgonga kann gera enda á fría fyritaksseminum í høvuðsvinnuni, er eydnast at kyrra nakrar av stóru aktørunum og ávísar samgongulimir við sokallaðu menningarkvotunum og framhaldandi (fyribils sjálvandi) atgongdini til stórar nøgdir av uppisjóvarfiski.

Teir stóru sýnast telvaðir uppá pláss, settir skák og mát, meðan kollveltingin verður framd.

Allir hinir, sum hava livað av heimaleiðunum og Barentshavinum, skulu í fyrstu atløgu æðralatast á politiska altarinum hjá landsstýrismanni, samgongu og teirra apologetum.

 

Karusellin

Vinnan gerst soleiðis ein politisk karusell, har ástøðiligir jonglørar, kommisserar og kollveltarar skulu skipa høvuðsvinnuna eftir manifestinum hjá hjá landstýrismanni og samgongu.  

At so fyrrverandi skrivarin hjá fiskimonnunum hevur verið ein høvuðsboðberi og bøtuflaki fyri ætlanini at kollektivisera høvuðsvinnuna og skerja vinnumøguleikarnar hjá limunum í Fiskimannafelagnum – tað er sera ørkymlandi.

Men kanska sær samgongan lovaða landið í fult alment reguleraðari høvuðsvinnu, har fiskimenn ístaðin gerast limir í Starvsmannafelagnum?

Bert er bróðurleyst bak verður sagt. Sæð í vinnuligum høpi, man Líggjas Johannesen kenna seg aftur í hesum orðtaki.

Jú, sanniliga hava Líggjas, sjómenn og hinir frælsu vinnurekandi alla orsøk til stúran.

 

Bjarni Djurholm


Lagt út: Bjarni Djurholm
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi