Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Sambygdur ísbrótari og supertankari siglt landnyrðingsleiðina

Andøvsløtan | 07/10 17:33

Ísbrótarar hava leingi siglt sonevndu landnyrðingsleiðina norðan fyri Rusland úr Evropa til Asia. Nú hevur ein ísstyrktur tangabátur eisini klárað tað.

Í øldir hava evropiskir sjómenn roynt at sigla útnyrðingsleiðina millum Kanada og norðpólsísin og landnyrðingsleiðina millum Rusland og norðpólsísin.

Sjómenn og granskarar sum hálendski Willem Barents (16. øld) og danski Vitus Bering (17. øld) góvu ávikavist Barentshavi og Beringsstræti nøvn.

Eyðvitað var ov kalt tá, til at siglandi var norðurum fyri ísi. Men ísbræðingin síðan “lítlu ístíðina” frá eftir 1700 til í dag hevur bøtt sannlíkið fyri sigling.

Ísbrótarar hava nú í nøkur ár gjørt summarsigling møguliga í veitum millum land og pólísin. Men enn hevur henda sigling við ísbrótara ikki loyst seg.

Til tess hevur ísbrótarin kostað alt ov mikið sum slóðbrótari gjøgnum pólís hjá lastskipum og ov váðafull hja tangaskipum við vanligari skrokkstyrki.

Í farna mánað kláraði endiliga eitt serbygt supertangaskip uttan ísbrótara at slóða leið at sigla allan vegin úr Hammerfest í Noreg til Suðurkorea.

Til tess kravdist ein ísstyrktur 320 metra langur tangabátur, ið lastar 180.000 tons av flótandi gassi og hevur somu motororku sum ein atomrikin ísbrótari.

Russar hava latið henda fyrsta av 15 tangabátum byggja í Suðurkorea til at føra flótandi gass til Fjareystur fram við sibirisku strondini. Sjálvur Putin forseti var á Daewoo skipasmiðjuni, tá skipið fór av bakkastokki,

Russar hava bygt ein nýggjan olju- og gassterminal á Yamal hálvoynni í Sibir.  

Christophe de Margerie eitur skipið, ið kostaði um 2,2 mia kr. Henda fyrsta ferðin varaði í 19 dagar, 9 dagar stytri enn ferðin gjøgnum Suezveitina.

Hetta skipið hevur líka sterkan skrokk sum sterkastu krígsskip og fær stóran búskaparligan týdning sum flutningsskip millum Evropa og Fjareystur.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir