Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Macron forseti fingið make-up fyri 170.000 kr

Andøvsløtan | 08/10 13:00

Francois Holland, undanfarni sosialistiski forsetin, fekk fríðkað hárið fyri 70.000 kr um mánaðin. Macron forseti hevur fingið make-up fyri 170.000 kr.

Franskir forsetar bera seg ofta at sum einaveldigir kongar ella keisarar, tá um fínar persónligar vanar ræður. Macron hevur lopið øði á fólk, sum júst valdu hann við stórum meiriluta, so undirtøkan nú er 35%, lægri enn hjá Trump.

Orsøkin til fólksins vreiði er ikki bert roynd nýggja forsetans at lækka almennu útreiðslurnar til eitt nú býlisstuðul og hernaðarverju fyri at minka fíggjarhallið.

Tað hjálpir heldur ikki Macron í fakfelagseygum, at hann er farin at skerja teirra rættindi til starvstrygd í vinnuni til at gera vinnulívið meiri kappingarført.

Frakland hevur fingið veikasta búskap í Vesturevropa eftir 5 ár av sosialismu undir Francois Hollande við fúlum skattatrýsti og fakfelagsligum forkelisli.

Nei, seinasta øðin ímóti Macron stendst av, at hann hevur fingið sær sín egna “make-up artist”, sum skattgjaldarin hevur goldið 26.000 evrur í løn fyri farnu 3 mánaðirnar. Tað er parttíðar arbeiði fyri 60.000 kr um mánaðin.

Hetta marglæti minnir ikki sørt um undanfarna sosialistiska forsetan, Francois Hollande, ið fekk hárviðgerð fyri 70.000 kr um mánaðin síni 5 forsetaár, sum franski arbeiðarin, ið hevði valt hann, noyddist at gjalda fyri henda annars hvíthærda og skølluta eldra mannin, fullan av berari fáfongd, yvir 4 mió kr íalt.

Elysée borgin hevur svarað, at orsøkin til ta ósømiligu make-up-rokningina hjá Macron forseta er, at hesin “listarmaður” í andlitssmyrsli mátti setast í starv í eini knappari vend, men at smyrjingin fer at verða bíligari hereftir.

Út á heystið vænta eygleiðarar, at undirtøkan fyri Macron millum veljararnar fer at lækka enn meiri, tí tá harðnar stríðið við fakfeløg ímóti royndunum hjá Macron at styrkja franska búskapin við at skerja valdið hjá verkafeløgum.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir