Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Skáldheitt, bølamyrkt og gravskitið í Gaza

Andøvsløtan | 08/10 15:00

Ein smádrongur doyði av eitran, tí hann svølgdi kloakkskitnan sjógv, tá hann svam við familjuni á strondini í Gaza, ið bert hevur el-orku 4 tímar um dagin

Palestinsku felagskapirnir, Al Fatah á Vestara Áarbakka (PA) og Hamas í Gaza hava klandrast um neyðhjálpina úr USA og ES í áravís.

Teir korruptu politisku leiðararnir hjá Palestinum stjala sjálvir ein fittan part av stuðulinum úr Vestanlondum, so nú eru fleiri 100 miljóningar í Gaza og PA.

Teir klára ikki at skapa møguleikar fyri líkinda inntøkum til teir 5 mió palestinar í Miðeystri, og einki arabiskt land megnar at skipa eitt vinnulív uttan olju.

USA og ES lata Fatah og Hamas mia av krónum í neyðhjálp árliga, ið m..a verður latin fongslaðum jihadistum í løn fyri dráp og teirra familjum í pensjón.

PA við Mahmud Abbas á odda umsitur neyðhjálpina. Hann er í øðini inn á kappingarneytan Hamas og sýtir at gjalda el-orkuna í teirra floksøki, Gaza.

Ísrael hevur síðan ársbyrjan rindað Gaza-búgvum 4 tímar av streymi dagliga, tí ísraelar hava størri umsorgan fyri sínum fíggindum enn palestinar sjálvir. Men 4 tímar røkka bert til tað mest neyðugu el-nýtsluna hjá gazabúgvum.

Herfyri fekk tað nógva miðlaumtalu, at ein piltur doyði, tí hann ein skoldheitan dag svam við familjuni, men var óheppin og svølgdi kloakkdálkaðan sjógv.

Kloakk- og spillvatn verður ikki reinsað, so øll fúlræsi renna á sjógv, el-viftur standa stillar, og avsaltingin av sjógvi virkar ikki, so drekkivatn er skamtað. Alt hetta tí, at Abbas-stjórnin í Ramallah noktar at gjalda fyri el-orkuna í Gaza.

Oxfam, ein politiskur (t.e. vinstrahallur) neyðhjálparfelagskapur, hevur lýst kreppuna sum eina eitt “ólógligt revsiátak”.

Miðlarnir siga ikki, at Ísrael rindar av góðum hjarta fyri el-orkuna, ið Gaza fær.

Mahmud Abbas er sjálvur góður fyri 10-tals miljónir í muturpengum. Hann hatar sínar politisku rivalar í Hamas, meðan Ísrael heldur deyðan frá durum hjá meinigum Gaza-búgvum, ið annars liva í myrkri, skitti og summarhita.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Viðmerk­ingar til sending­ina ''Ein kelda í Skálafirði''
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Nú verður farið undir at byggja eitt gistingar­hús á Kallsoynni
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Metár hjá Bakkafrost
Hugnaløtan 13 - Gestur: Niels Jacob Nielsen
Býarmynd hvørvur
Prát við Sólgerð Andreassen
Ein drápsmaður búði hjá okkum og vit vistu ikki av tí
Prát við Kristan Martin Rasmussen
Samrøða við Løgtingsmann um rúsevnismál
Tvøstpakkar
Hugnaløtan 12 - Gestur: Ben Arabo
Viðmerking frá Sjúrður Skaale til "Gud signi Føroyar” í gjárkvøldið
Bakkafrost gjørdi spádómum til skammar
Billy Graham deyður
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
Prát: Bergtóra Ó. Poulsen
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Brúgvin 79 - 12. feb. 2018
Søgulig nýraskurðviðgerð á Ríkissjúkra­húsinum
R7 Premier League 13 - Aftaná FA CUP 5. umfar
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tórshav­nar Kommuna rindar meira enn hálva millión í kringvarpsgjaldi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi