Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Naser Khader: “Margmentanin (multi-kulti) er deyð”

Andøvsløtan | 08/10 11:00

Ein av frægast gitnu donskum muslimum og leingi limur á fólkatingi, leggur nú kongin og viðgongur, at integreringin av muslimum í Danmark er miseydnað

Tey, ið hava ávarað ímóti at fylla Evropa við islamum, hava rætt í, at tað førir til evropeiskt sjálvmorð. Danski muslimurin Naser Khader stuðlar nú hesum sjónarmiði.

Khader er væl umtóktur nýdani. Hann er danskur borgari, danskt mæltur, mentaður og hevur sitið á fólkatingi í áravís fyri ymsar flokkar.

Khader er ikki longur bjartskygdur um Danmark sum margmentað land, men firnast, at Danmark verður taddað sundur í parallel samfeløg. Sama í Evropa.

Danska Den Korte Avis skrivar, at økta talið av muslimum førir til islamisering av okkara heimsparti, tí tey tilfluttu vilja ikki integrerast í teirra vertslond.

“Islam er ikki bert ein átrúnaður, men ein politisk ideologi, ið tvíheldur um egin lívsvirði í stríð við og við yvirlutan ímóti demokratiskum frælsisvirðum,” segði Khader á landsfundi Konservativa fólkafloksins herfyri.

“Margmentanin er miseydnað allastaðni,” segði konservativi MF-arin.

Khader nevndi, at turkar vóru fyrstu tilflytarar til Danmarkar og Evropa í 1960-unum. Men eftir 2-3 ættarlið stuðlaðu teir Erdogan á fólkaatkvøðuni í vár.

“Turkar eftir 3 ættarlið í Evropa í 50 ár eru trúgvari móti landinum og skipanini hjá teirra abbum og ommum enn teim londum, tey eru statsborgarar í.”

“Vit hava nógv dømi um, at nýdanir við øllum demokratiskum rættindum ikki kundu droymt um at sagt, tey eru danir, ið er eitt skeldsorð í ghettoum,” segði hesin danski politikari, ið kom úr Sýria 11 ára gamal og nú følir seg sum dana.

“Vit mugu krevja mentunarliga integratión, um tað skal virka,” sigur Khader.

Heimasíðuni hjá Muslimsk Ungdom i Danmark skrivar: “Vit eru ikki fremmand, men fødd og uppvaksin her og hava tískil javnrætt til at avgera landsins virði.”

Naser Khader vísir á jødarnar, ið straks lýða lógir lands, har teir búgva. “Eg óttist fyri framtíðini hjá mínum børnum, um evropiskir politikarar ikki vakna.”   


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum
Brúgvin 73 - 11. des. 2017
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi