Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Uttan ein markarmúr druknar USA í mexikanskum brotsmonnum

Andøvsløtan | 08/10 17:00

Her eru 2 tíðindastubbar úr Mexiko, sum vísa, hvussu nógvur kriminalitetur í USA seyrar úr grannalandinum fyri sunnan:

Javier Duarte útflýggjaður

Stjórnin í Mexico City bað stjórnina í grannalandinum sunnanfyri, Guatemala, um at fáa mexikanaran, Javier Duarte, útflýggjaðan, og fekk ynskið eftirlíkað.

Duarte hevur verið guvernørur í landslutinum Veracruz í 6 ár, og hann er ákærdur fyri fíggjarundandrátt fyri 250 mió kr av almennum peningi og ríkað seg sjálvan og nakrar politiskar brotsfelagar upp.

Tey 6 árini, Duarte var landspartahøvdingur, fóru drápstølini í Veracruz upp gjøgnum takið, og 4.500 fólk vórðu myrd íalt, t.m. 17 tíðindafólk.

Fyrrv. guvernørurin segði seg vilja reinsa seg í rættinum fyri hesar hørðu ákærur, men rýmdi ístaðin suðureftir, til løgreglan í Guatemala tók hann og hevur nú útflýggjað hann til rættarsókn í Mexico, har hann var eftirlýstur.

Hesin gangstarin kann, um funnin sektur, setast fastur fyri lívið.

Blóðbað í mexikanskum fongsli

Ei undir í, at meirilutin av amerikanarum vilja steðga floyminum av ólóligum tilflytarum úr Latínamerika inn í USA tvørtur um suðurmarkið móti Mexico.

Júst sum dastið av muslimum, ið flýggja undan islam, ætla at herseta og broyta Evropa til ein islamskan heimspart, ætla landastrok úr Miðamerika at herseta USA (reconquisda) og gera tað til eitt 3. heims pesthol. 

Demokratarnir stuðla teimum og fáa atkvøðurnar afturfyri. Trump sigur nei!

Herfyri frættist, at bardagi var brostin á millum fangar úr ymsum brotsliðum í tiltikna fongslinum, Las Cruces, í Acapulco, har 28 lík flutu í egnum blóði á gólvunum í deildini fyri teir mest drápiligu fangarnar, 4 avhøvdaðir.

Fyrra hálvár 2017 hevur verið hitt drápuligasta síðan 1997. Bert í juni lógu 2.186 brótsmenn eftirá í bandakríggjum í statinum Acapulco. Hvør vil hava slíkt fólkaslag til USA – uttan Demokratar?


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir