Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Sosialistiski milliardingurin Dos Santos leggur frá sær eftir 38 ár við valdið

Andøvsløtan | 07/10-2017 18:05

Stórtíðindi bórust herfyri úr Luanda, høvuðstaðnum í risa, ráevnaríka Angola, 1,3 mió km2, men við bert 26 mió íbúgvum, at leiðari landsins, Eduardo Dos Santos, leggur forsetavaldið frá sær eftir 38 ár við kverkrataki um landið.

Dos Santos er 75 ár, marxistur, og fekk hernaðarstuðul frá Sovjet og Kuba tey 27 árini, borgarakríggj herjaði landið, tí ein ættarbólkur í sunnara parti av Angola royndi at ræna sær alt valdið.

Castro hevði 10.000 kubanskar hermenn í Angola at verja stjórnina hjá sínum marxistiska partamanni, sum Sovjet rindaði fyri og eyðrændi landið fyri ráevni.

Dos Santos hevur verið leiðari í MPLA, ið umboðar størsta ættarbólkin og varðveitir politiska valdið, eftir at hann fekk 61% av atkvøðunum í september.

Eygleiðarar vænta, at fráfarandi forsetin heldur fram sum “grá eminenca” í flokkinum við einum fingri í hvørjari køku hjá komandi forseta.

Tey 38 árini, Dos Santos hevur havt einaræði í Angola, hevur hann dugað væl at javna, serliga til sín sjálvs. Hetta er regulin og ikki undantakið í Afrika.

Forbes Magazine og People With Money meta, at sosialistiski leiðarin í Luanda hevur kraddað $ 20 mia (=150 mia kr) í egnar lummar síðan 1979.

Dóttirin Isabel er millum heimsins ríkastu svørtu kvinnur og hin ríkasta í øllum Afrika. Isabel er 35 ára gomul, og pápin hevur sett hana stjóra í almenna angolska oljufelagnum, Sonangol. Isabel er góð fyri $ 3,8 mia (= 30 mia kr).

Sonin José Filomeno hevur forsetin sett at stýra statsins fíggjargrunni, ið ræður yvir $ 5 mia ( =35 mia kr). So hevur regnað á Dos Santos “prest”, hevur drippað í ríkiligt mát á “deknarnar” báðar og eisini á hini børn forsetans.

Meðan forsetafamiljan er góð fyri 10-tals mia dollarar, liva 70% av fólkinum í hesum sosialistiska paradísi í Afrika fyri undir $ 2 (= 15 kr) um dagin.

(Eru vit hvítu, hinskyndu, gomlu vesturlendsku menn ikki óndir rasistar, av tí at vit hava skylduna í fantilsinum – eisini í Angola?)


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Bussur útav
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Mál útloysti jarðskjálvta
Flottir eru teir -myndatema
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Prestur letur kaffistovu upp
Hagtøl geva ábending um at fiskimenn hava rætt
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Hugnaløtan (25) - Gestur: Alfred Olsen
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi