Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Ein hin ringasti hvítkitlaði týski drápsmaður síðan Mengele

Andøvsløtan | 07/10 23:07
Niels Högel

Ein manligur sjúkrarøktarfrøðingur varð fongslaður í 2015 fyri at hava myrt 2 sjúklingar og roynt at drepa fleiri aðrar. Nú sær út til, at talið er nógv størri.

Týski sjúkrarøktarfrøðingurin, Niels Høgel, varð í fjør funnin sekur og dømdur fongsul fyri at hava dripið 2 sjúklingar  og roynt at taka lívið av fleiri øðrum.

Men síðan Høgel varð handtikin í 2015, hevur løgreglan arbeitt út frá illgruna um, at hesin hvítkitlaði deyðseingil hevur nógv fleiri mannalív á samvitskuni.

Síðan dómin hevur løggan granskað sjúkrajournalir og grivið upp 130 lík í Týsklandi, Póllandi og Turkalandi.

Á einum tíðindafundi nýliga boðaði løgreglan frá, at “prógv eru fingin fyri, at minst 90 av teimum kannaðu og uppgrivnu kroppunum eru dripin, umframt at minst líka nógv fólk aftrat eru myrd, uttan at tað letur seg prógva til fulnar.”

Øll prógv vísa til sama drápsmann, nevniliga fongslaða Niels Høgel.

Víðari sigur løgreglan, at hesi seriumorð eru “eindømi í søguni hjá týska lýðveldinum, t.e. eftir annan heimsbardaga.”

Løgreglan boðaði á tíðindafundinum frá, at nýggjar skuldsetingar verða reistar og nýtt rættarmál verður nú fyrireikað til at verða hildið í Týsklandi móti hesum sama sjúkrarøktarfrøðingi til várs, tá løgreglan væntar at hava funnið fram enn fleiri prógv móti hesum seriudrápsmanni í hvítum kitli.

Hesin týski heilsuverksmordari tykist hava sama drápslyndi sum illa gitnir læknar í deyðslegum Hitlers undir krígnum, t.m. Joseph Mengele er ein hin mest navnframi.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum
John trívist umborð á Grønanesi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi