Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Andstøðuleiðari í Venezuela úr fongsli í húsavarðhald

Andøvsløtan | 08/10-2017 09:00
Leopoldo López

Andstøðuleiðari í Venezuela er fluttur úr fongsli í húsavarðhald. Maduro forseti bað Lopez sissa fólkið, men Lopez svaraði, at hann stuðlar fólkinum ímóti forsetanum.

Hægstirættur i Venezuela er mannaður við 19 dómarum, ið allir eru settir av Nicolas Maduro. Teir hava blástemplað allar fyriskipanir, ið teirra sosialistiski harri og meistari hevur stýrt landinum við, eftir at forsetin misti meirilutan í tjóðartinginum á valinum seinast.

Tað løgna hendi herfyri, at hægstirættur avgjørdi at lata Leopoldo Lopez, andstøðuleiðara, leysan av heilsuávum úr fongsli, har hann varð dømdur at sita í 13 ár fyri at hava tikið lut í eini kravgongu í 2014.

Lopez hevur síðan sitið í húsavarðhaldi, so hann ikki so lætt fær tikið lut í politikki ímóti sosialistisku juntuni hjá Maduro forseta.

Men Maduro hevði ein fingur við í spælinum, tá Lopez varð fluttur úr fongsli eftir bert at hava sitið 1/3 av fongsulstíðini.

Forsetin væntaði, at hann kundi brúka tann leyslatna Lopez til at kyrra tær vreiðu mannamúgvurnar, ið dagliga ganga kravgongur í gøtunum í størru býunum í Venezuela ímóti politisku kúgingini og sosialu neyðini í landinum.

Men Leopoldo Lopez var skjótur at svara áheitan forsetans.

Í einum tíðindaskrivi boðaði andstøðuleiðarin forsetanum og øllum venezuelum frá, at hann av heilum hjarta heldur fram at stuðla fólkinum í teirra mótmælum móti sosialistiska einaræðinum hjá Maduro í Venezuela.

Alt bendir á, at sosialistiska harðræðið í heimsins 3. størsta oljulandi men av berari sosialismu nú 5. fátækasta landi í Suðuramerika, er við at vera í uppisetri fyri møguleikar at bjarga sær undan at lata valdið frá sær.

Fólkaatkvøða var í august fyri einum alternativum tjóðartingi, sum bert floksfelagar hjá Maduro sluppu at stilla upp til og velja. Tað er nú er mannað við 545 partamonnum hjá forsetanum og fer at samtykkja eina nýggja grundlóg, ið ger Maduro forseta til diktator fyri lívstíð.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Prát við Jóan Paula í Geil
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Samgongulimur: Tunnilin til Fámjins verður boðin út í morgin
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Semja við handverkarafeløgini
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Stefan Løfven fallin
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Nógvur vindur í løtuni - bilur tikin av vindi
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Eyðun Mørkøre - øll nýtast ikki at búgva í Havn
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Skuldsettur fyri dráp
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Leggi ikki í at leggja meg út í orðadrátt við Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi