Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Noktar at tosa við løgregluna

Uttanlands | 11/10 11:32

Drápsskuldsetti Peter Madsen vil ikki longur tosa við løgregluna. Tað hevur hann boðað frá umvegis verja sín, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn fyri Ritzau-tíðindastovuni. 

Herfyri funnu kavarar í Køge víkini fleiri líklutir av svensku tíðindakvinnuni Kim Wall, sum var farin út at sigla við Peter Madsen í kavbáti hansara. Høvd og tvey bein komu undan kavi. Harumframt varð ein knívur og ymisk klædnapløgg funnin. 

46-ára gamli Madsen hevur áður greitt frá, at Kim Wall undir einum óhappi varð rakt av eini lúku á kavbátinum. 

Ongin tekin eru tó um hetta á høvdi hennara, upplýsti løgreglan um vikuskiftið, og millum annað hesa upplýsingina vildi løgreglan hava eina viðmerking frá varðhaldsfongslaða manninum um. 

Ein skuldsettur hevur rætt til ikki at svara spurningum frá løgregluni. Løgreglan vónar kortini, at hann seinni letur seg avhoyra. 

- Vit halda fram við kanningunum, og tá tær eru lidnar, fara vit at leggja úrslitið fyri skuldsetta, siga tey á løgreglustøðini í Keypmannahavn.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða við Lailu Nielsen: Nýggjur handil opnar Við Sílá
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Tríggjar útstykk­ingar í Runavíkar kommunu
Stór samanlegging í fiski­vinnuni
Jóhann Lützen: Norðlýsið fer ongan veg.
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Samrøða við Allan Samuelsen, ein av fyriskip­aru­num til Countryfestivalin 14.- 16. juni í Sørvági
Metár hjá Bakkafrost
Oasubrøður geva fløgu út í komandi viku
Býarmynd hvørvur
Kvinnu­ndirskotið veksur í góðum tíðum
Føroyska sildakvotan lækkar 37.000 tons
Tvøstpakkar
Nýggjur heilivágur beinir eftir einum degi fyri beinkrími
Hugnaløtan 13 - Gestur: Ben Arabo
Ein drápsmaður búði hjá okkum uttan vit vistu ikki av tí
Tvístøða kjaksending 27 - Øll sendingin
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
15-ára gamal deyður av ecstasy
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Sjónband: Løtan tá VÍF gjørdist steypavinnari 2018
"Kom á 2069" - Sending 26
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tvístøða kjaksending 27 - Kvinnur hava sambært Bíbliuni skyldu at hava samlegu við sínum maka
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi