Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Danmark og Grønland ætla at seta á stovn arktiska skipsføraraútbúgving

Uttanlands | 11/10-2017 12:52

Marstal Navigationsskole og Grønlands Maritime Center, Imarsiornermik Ilinniarfik, hava júst gjørt eina samstarvsavtalu til tess at styrkja maritimu bondini millum Danmark og Grønland. Avtalan hevur millum annað til endamáls at útbúgva skipsførarar við serkunnleika í arktiskari sigling.

”Marstal Navigationsskole hevur í fleiri ár arbeitt við skeiðum í sambandi við sigling í Arktis, og hetta verður nú styrkt við samstarvinum við Imarsiornermik Ilinniarfik”.

"Samstarvið kann fáa stóran týdning fyri menningina av sjóvinnuútbúgvingum í Grønlandi. Samstundis hevur Imarsiornermik Ilinniarfik við staðseting síni í Arktis ein serkunnleika, sum ikki kann fáast gjøgnum ástøðiliga tilgongd til sigling undir ógvisligum umstøðum".

Tað siga teir báðir sjómansskúlarnir í einum felags tíðindaskrivi í dag.

Sum eitt ískoyti til samstarvsavtaluna eru partarnir samdir um at virka fyri at seta á stovn eina arktiska skipsføraraútbúgving. Málið við hesum er, at "arktiski skipsførarin" verður serfrøðingur í sigling og rakstri av skipum í arktiskum umráðum.

Teir báðir stovnarnir fara í næstum undir at arbeiða við eini formfesting av tankunum aftanfyri "arktiska skipsføraran" saman við viðkomandi reiðaríum og myndugleikum, siga Imarsiornermik Ilinniarfik og Marstal Navigationsskole millum annað í tíðindaskrivinum.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Bussur útav
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Mál útloysti jarðskjálvta
Flottir eru teir -myndatema
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Prestur letur kaffistovu upp
Hagtøl geva ábending um at fiskimenn hava rætt
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Hugnaløtan (25) - Gestur: Alfred Olsen
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi