Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Danska stjórnin ætlar at økja verjujáttanina við 12 mia. kr.

Politikkur, Uttanlands | 11/10 13:31
Mynd: Scanpix

VLAK stjórnin í Danmark hevur júst lagt fram sítt útspæl til nýggja verjuavtalu. Høvuðsboðskapurin er at verjan skal hava týðandi lyft.

Nýggja verjuavtalan verður galdandi frá 2018 til 2023, men stórstu broytingarnar koma ikki fyrr enn í 2023 tá játtanin verður økt við 4,8 mia. kr.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri sigur, at orsøkin til dubbingina er eitt meira ágangandi Russland, ófriðurin í Miðeysturi og økta hóttanin frá so-nevndum cyberálopum.

"Vit kunnu ikki longur taka okkara trygd fyri givið", segði hann á tíðindafundinum fyrrapartin.

Forsætisráðharrin leggur eisini dent á, at Danmark skal í framtíðini kunna spæla ein týðandi leiklut í NATO, og í ófriði runt um í heiminum.

Økta játtanin til verjuna verður býtt út yvir fleiri ár: í 2018 og 2019 verður játtanin økt 800 mió. kr. um ári, í 2020 økist játtanin 1,7 mia., í 2021 1,9 mia., í 2022 verður økingin góðar 2 mia. kr., og so 4,8 mia. Í 2023.

Sambært verjumálaráðharranum Claus Hjort, so er samlaða játtanin tá økt 20% í mun til í dag.

 


Lagt út: Tóri Højgaard
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Samrøða við Lailu Nielsen: Nýggjur handil opnar Við Sílá
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Tríggjar útstykk­ingar í Runavíkar kommunu
Stór samanlegging í fiski­vinnuni
Jóhann Lützen: Norðlýsið fer ongan veg.
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Samrøða við Allan Samuelsen, ein av fyriskip­aru­num til Countryfestivalin 14.- 16. juni í Sørvági
Metár hjá Bakkafrost
Oasubrøður geva fløgu út í komandi viku
Býarmynd hvørvur
Kvinnu­ndirskotið veksur í góðum tíðum
Føroyska sildakvotan lækkar 37.000 tons
Tvøstpakkar
Nýggjur heilivágur beinir eftir einum degi fyri beinkrími
Hugnaløtan 13 - Gestur: Ben Arabo
Ein drápsmaður búði hjá okkum uttan vit vistu ikki av tí
Tvístøða kjaksending 27 - Øll sendingin
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
15-ára gamal deyður av ecstasy
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Sjónband: Løtan tá VÍF gjørdist steypavinnari 2018
"Kom á 2069" - Sending 26
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tvístøða kjaksending 27 - Kvinnur hava sambært Bíbliuni skyldu at hava samlegu við sínum maka
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi