Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Makrelur fiskaður við nót gav betri prís

Fiskivinna, Innanlands | 11/10-2017 13:56
Mynd: Torleif Johannesen, Sjómansmissiónin

Høgaberg fekk 80 oyru meira fyri kilo, tí fiskað varð við nót.

Høgaberg hjá Framherja hevur gjørt 7 túrar eftir makreli síðani fyrst í september, og tað serliga í ár er, at teir hava fiskað allar túrarnar við nót. Tað skrivar facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini, sum hevur vitjað umborð á Høgabergi.

“Vit vildu royna tað í ár og vita um vit fingu betri prís, og tað eydnaðist. Vit hava fingið uml. 80 oyru meira fyri kilo fyri okkara makrel enn teir, sum hava trolað eftir honum,” sigur skiparin Høgni Hansen við Sjómansmissiónina.

“Eg veit ikki um makrelurin hevur svomið meiri í stimum í ár enn undanfarnu árini, men tað gekk væl at fáa hann við nót. Tríggjar av túrunum kastaðu vit bara eina ferð og fingu 700 og 800 tons í. Harafturat sluppu vit skjótt framat at landa, sum jú eisini er ein treyt fyri at fáa bestu góðsku og harvið besta prísin,” sigur Høgni.

“Skulu vit fáa fatur í bestu keyparunum, mugu vit koma við so góðari góðsku sum gjørligt,” sigur hann.

Sjómansmissiónin skrivar, at manningin var blíð við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð á Høgabergi, sum lá í Runavík mánadagin, áðrenn teir fóru aftur til fiskiskap.

Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.

 

Kelda: Føroyska Sjómansmissiónin


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Bussur útav
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Mál útloysti jarðskjálvta
Flottir eru teir -myndatema
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Prestur letur kaffistovu upp
Hagtøl geva ábending um at fiskimenn hava rætt
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Hugnaløtan (25) - Gestur: Alfred Olsen
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi