Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið
Lýsing
Lýsing

Vinnuháskúlin eisini undir skeið í sigling í Arktis

Innanlands | 12/10 07:30
Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum. | Mynd: Vinnuháskúlin.

-Vit hava longu neyðugu útgerðina til tess og brúka hana eisini í undirvísing okkara. So skjótt sum nóg stórur áhugi er fyri tí, verður hetta eisini partur av skeiðstilboðum okkara, sigur Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum.

Í gjár frættist, at Marstal Navigationsskole og Grønlands Maritime Center, Imarsiornermik Ilinniarfik, hava gjørt eina samstarvsavtalu um millum annað at útbúgva skipsførarar við serkunnleika í arktiskari sigling.

Á Vinnuháskúlanum í Nóatúni í Havn høvdu tey ikki frætt um hetta, tá vit fregnaðust har seinnapartin í gjár.

Vinnuháskúlin hevur heldur ikki fingið fyrispurning um møguliga at vera við í hesum samstarvi, sigur Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, við r7.fo

-Vit hava tó verið greið yvir, at Marstal Navigationsskole bjóðar skeið í sigling í arktiskum økjum, og tað ætla vit okkum eisini sjálvir at fara undir, upplýsir Wilhelm Petersen.

-Vit hava seinastu tíðina gjørt kostnaðarmiklar íløgur í simulatorútgerð og uppstigan av hesi útgerð umframt at lagt modellundirvísing inn, soleiðis at vit longu nú brúka hetta í undirvísing okkara og eisini eru til reiðar at taka hetta við í skeiðstilboð skúlans.

-Áhugin fyri hesum hevur tó ikki verið serliga stórur higartil. Onkran einstakan fyrispurning hava vit tó fingið, men eg vænti, at áhugin fer at vaksa í takt við skjótt vaksandi skipaferðsluna í Arktis, sigur stjórin á Vinnuháskúlanum, sum altso er til reiðar at lýsa við fyrsta skeiðnum í sigling í Arktis, so skjótt sum nóg stórur áhugi er fyri hesum.


Skrivað: Leivur Hansen
Lýsing
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir