Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fyrstu maskinmeistaraaspirantarnir byrja í august

Innanlands | 12/10 08:30

Aspirantskipanin á Vinnuháskúlanum, sum higartil bert hevur fevnt um skipsføraranæmingar, verður nú víðkað til eisini at fevna um maskinmeistaranæmingar. Fyrstu næmingarnir byrja eftir summarfrítíðina næsta ár.

Til tess at eggja føroyskum ungdómi til at taka eina sjóvinnuútbúgving, fór Vinnuháskúlin fyri tveimum árum síðani undir eina aspirantskipan, ið skal gera tað lættari og hugaligari hjá teimum ungu at fáa sær eina slíka útbúgving.

-Hetta er ómetaliga týdningarmikið, skulu vit føroyingar framhaldandi kunna kalla okkum eina sjóvinnutjóð, sigur Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum.

Aspirantskipanin hevur higartil bert fevnt um skipsføraranæmingar, men í august verður hon víðkað til eisini at fevna um maskinmeistaranæmingar. 

Aspirantskipanin ber í sær, at útbúgvingarnar til skipsførara og maskinmeistara verða munandi styttri enn nú, millum annað tí at kravda siglingartíðin verður styttri og ein skipaður partur av sjálvari útbúgvingini.

 

Vinnuháskúlin hevur higartil tvær ferðir tikið næmingar inn til skipsføraraspirantar, 12 hvørja ferð.

-Onkur er fallin frá síðani, men hini hava hildið á við góðum treysti, sigur Wilhelm Petersen, sum vónar, at aspirantskipanin fyri maskinmeistaranæmingar eisini fer at stimbra áhugan hjá teimum ungu at fáa sær eina sjóvinnuútbúgving.  

 


Skrivað: Leivur Hansen
Lýsing
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir