Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið
Lýsing
Lýsing

Hvussu er at vera kristin í einum muslimskum landi?

Átrúnaður, Innanlands | 12/10 07:00

Hesum fer pakistanarin Maxwell Ditta at greiða frá í Mikladali í annaðkvøld og í Klaksvík seinnapartin leygardagin. Eisini verður myndaframløga.

Seinastu tríggjar vikurnar hevur Føroyska barnahjálpin havt vitjan av Maxwell Ditta úr Pakistan. Á vitjanini hevur hann millum annað vitjað skúlar og samkomur, har hann hevur greitt frá barnahjálpararbeiði í Pakistan og á Filipsoyggjunum.

Í annaðkvøld klokkan 19:30 fer hann at hava myndaframløgu í bygdarhúsinum í Mikladali, har hann eisini fer at greiða frá, hvussu tað er at vera kristin í einum muslimskum landi.

Sama tiltakið verður í býráðssalinum í Klaksvík leygardagin kl. 16, sigur Barnahjálpin í tíðindaskrivi.

Sleppa ikki í skúla

 Maxwell er føddur og uppvaksin í Pakistan, har umleið helvtin av fólkinum livir í fátækradømi.

Í Pakistan eru 25 miljónir børn, sum ikki sleppa í skúla, men noyðast at arbeiða, tí foreldrini hvørki hava ráð at taka sær av teimum ella lata tey fara í skúla.

Kona Maxwell er úr Filipsoyggjunum, har 14 miljónir børn liva undir sera vánaligum umstøðum.

Á Filipsoyggjunum eru 3,8 miljónir børn og ung millum 6 og 24 ár, ið ikki hava møguleika at sleppa í skúla, skrivar Barnahjálpin.

Føroyska barnahjáalpin

Barnahjálpin hevur verið føroyskur felagsskapur burturav síðani í juni 2015 undir navninum Føroyska barnahjálpin.

Frammanundan kallaðist felagsskapurin ABC barnahjálp.

Hann varð stovnaður í 2006 sum partur av ABC barnahjálp í Íslandi.

Barnahjálpin byrjaði í 2008 at stuðla børnum í Liberia og Senegal. Fleiri av hesum børnum eru nú vaksin og standa sambært Barnahjálpini á egnum beinum, meðan onnur enn fáa stuðul til víðari útbúgving.

Góð undirtøka

Barnahjálpin sigur, at undirtøkan í Føroyum at stuðla børnum persónliga er økt nógv gjøgnum árini, og meira enn 400 børn í seks ymiskum londum fáa nú stuðul til skúlagongd gjøgnum Føroysku barnahjálpina.

Barnahjálpin stuðlar børnum í Liberia, Senegal, Pakistan, Filipsoyggjunum, Kenja og India.

Hevur tú hug at stuðla barni, kanst tú seta teg í samband við Andreu Niclasen, andrea@barnahjálp.fo ella á telefon 283456, sigur Føroyska barnahjálpin at enda í tíðindaskrivi sínum.

 


Skrivað: Leivur Hansen
Lýsing
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir