Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið
Lýsing
Lýsing

Hans Jacob leggur á annan bógv

Innanlands, Vinnulív | 12/10 06:00

Matstovan Shanghai í Havnar Klubba er farin í søguna. Mánadagin letur Hans Jacob Garðalíð tó upp nýggja matstovu í somu hølum undir navninum Hereford Restaurant. Samstundis eru hølini umvæld og dagførd umframt at alt innbúgvið er skift út.

-Her verður onki kinesiskt at fáa og asiatiski dámurin í hølunum er somuleiðis burtur.

Tað sigur Hans Jacob Garðalíð, sum mánadagin letur upp nýggja matstovu í hølunum, har hann seinasta hálvaannan árið ella so hevur rikið matstovu undir heitinum Shanghai í Havnar Klubba.

-Tíðin er farin frá akkurát tí, sum vit høvdu. Kappingin er beinhørð, so vit hava valt at skifta gamla look-ið út. Tað var niðurslitið, og tí skifta vit í hesum døgum borð, stólar og loftslampur út, sigur Hans Jacob Garðalíð við r7.fo.

Hann hevur áður rikið matstovu m.a. í Klaksvík undir navninum Hereford, hvørs navn hann seinni ognaði sær, og tað verður nú eisini nýggja navnið á matstovuni við Tinghúsvegin.

-Navnið royndist væl í Klaksvík, og vónandi fer tað at endurtaka seg her í Havn, sigur Hans Jacob Garðalíð, sum sjálvur fer at standa fyri matgerðini saman við einum lærlingi. Haraftrat verður ein tænari til hjálpar á middegi og ein um kvøldið fyribils.

-So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hildnast, sigur spenti 57-ára gamli vestmenningurin, sum nú býr á Kambsdali.

Fjølbroytt buffet verður á skránni á middegi og ymisk góð døgurðatilboð um kvøldið.

Opið verður mánadg til fríggjadag frá 11.30 til 13.30 og aftur frá kl. 17 til 21. Leygardag verður opið frá kl. 17 til 21. Sunnudag verður stongt.

Hereford Restaurant letur upp mánadagin kl. 11.30.

 

 

 

 

 

 

 


Skrivað: Leivur Hansen
Lýsing
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir