Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Puigdemont fingið knívin á barkan

Politikkur, Uttanlands | 12/10-2017 08:00

Katalanski sjálvstýrisforsetin, Carles Puigdemont, hevur fingið freist til mánadagin at vátta ella avsanna, um hann hevur lýst Katalonia sum óheft av restini av Spania. Tað eru boðini frá sponsku stjórnini sambært sponsku tíðindastovuni EFE.

 

Í fyrrakvøldið staðfesti Puigdemont í eini røðu í landspartatinginum, at katalanar skulu hava sín egna stat, men at hetta skal fremjast við dialogi við stjórnina í Madrid.

Fáar tímar eftir skrivaði hann so undir eina loysingaryvirlýsing fyri síðani at ógilda hana, og hetta hevur elvt til stóra undran hjá spanska forsætisráðharranum, Mariano Rajoy.

Spanska stjórnin hevur blankt víst aftur at tingast við katalonsku sjálvstýrisstjórnina.

- Tað er ikki gjørligt at hava dialog um nakað, sum sambært grundlógini er bannað, segði forsætisráðharrin fyrr um dagin.

- Tað er ikki møguligt at mekla millum demokratiska lóg og ólýdni.

Síðsti møguleiki

Heldur Carles Puigdemont fast um sjálvstýrislýsingina fer stjórnin í Madrid at taka stig til at taka grein 155 í grundlógini í brúk, skrivar dagblaðið El Pais.

Hon loyvir stjórnini at seta sjálvstýrið í Katalonia úr gildi.

Carles Campuzano, ið er talsmaður fyri katalanska sjálvstýrisforsetan, mælir spanska forsætisráðharranum til at fara undir dialog við sjálvstýrisstjórnina.

- Kanska er hetta síðsti møguleikin at røkka eini góðari loysn fyri øll, sigur hann sambært tíðindastovuni AP.


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Bussur útav
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Mál útloysti jarðskjálvta
Flottir eru teir -myndatema
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Prestur letur kaffistovu upp
Hagtøl geva ábending um at fiskimenn hava rætt
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Hugnaløtan (25) - Gestur: Alfred Olsen
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi