Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

USA ikki við til HM fyri fyrstu ferð í 32 ár

Ítrottur, Uttanlands | 12/10 06:30

USA misti HM-atgongumerkið eftir sera óvæntað tap. Panama er við í HM-endaumfarinum á allarfyrsta sinni. 

Vit skulu heilt aftur til HM í grannalandinum Meksiko fyri at finna síðstu ferð, USA ikki megnaði at kvalifisera seg til eitt fótbólts-HM.

Tað var heldur ongin sum trúði, at USA ikki skuldi megna at kvalifisera seg til ársins útgávu.

Men so gekk alt galið. Ikki bert tapti USA sera óvæntað úti fyri Trinidad og Tobago.

Panama og Honduras vunnu góðar sigrar heima á ávikavist Kosta Rica og Meksiko, sum bæði høvdu tryggjað sær luttøku í HM í Russlandi.

– USA er úti úr HM 2018. Hetta er tað mest surrealistiska og pínliga kvøldið í amerikonsku fótbóltssøguni, skrivar amerikanski tíðindamaðurin Grant Wahl á Twitter.

Lítla Panama hevur í 80 ára longu søgu síni ongantíð megnað at spæla seg til eitt fótbólts-HM. Nú hava teir megnað tað – eftir at hava vunnið grannalandið og kappingarneytan Kosta Rica 2-1 á heimavølli.

Í fjør misti týska fótbóltslegendan Jürgen Klinsmann starvið sum venjari hjá USA eftir 0-4 ímóti Kosta Rica, bert fýra dagar eftir at USA eisini tapti 1-2 fyri Meksiko.

Fyrrverandi LA Galaxy-venjarin Bruce Arena var tó ikki rætti maðurin at fáa skútuna aftur upp á rættkjøl. 

– Vit kvalifiseraðu okkum ikki til HM, og tað var mín uppgáva at kvalifisera okkum, staðfesti Arena eftir dystin.

Christian Pulisic gav amerikanarunum eina vón, tá hann minkaði um munin fyri USA, men útjavningin kom ongantíð. USA skal ikki spæla HM í Russlandi.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum
Brúgvin 73 - 11. des. 2017
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi