Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Savnið
Lýsing
Lýsing

Norðmenn vænta endurgjald gjøgnum hægri fyrstahondsprísir

Fiskivinna | 11/10 23:00

Makrelsemjan millum strandarlondini ES, Føroyar og Norra ber í sær ein kvotuniðurskurð upp á 20 prosent fyri 2018. Heildarkvotan er ásett til 816.000 tons, harav 15,6 prosent verða sett av til lond, sum standa uttanfyri trípartaavtaluna.

Norska heildarkvotan og kvotan hjá skipunum fyri 2018 verður sum avleiðing av hesum skerd við 20 prosentum í mun til í ár, skrivar felagið Fiskebåt á heimasíðu síni.

Kvotuniðurskurðurin kann verða endurgoldin gjøgnum hægri fyrstahondsprísir, verður lagt aftrat.

Altjóða havgranskingarstovnurin ICES mælti herfyri til at minka veiðuna næsta ár við eini helvt.

Heildarkvotan verður býtt við 183.857 tonsum til Norra, 102.924 tonsum til Føroyar (stívliga 25.000 tons færri enn í ár) og 402.596 tonsum til ES. Býtið er grundað á býtislykilin, ið varð ásettur í trípartaavtaluni frá 2014. 

Tey trý strandarlondini hava eisini sett 15,6 prosent av heildarveiðuni av til onnur strandarlond og onnur lond, sum fiska makrel í altjóða sjógvi.

Tey trý strandarlondini eru eisini samd um eina nýggja umsitingarætlan fyri makrel, sum samsvarar við ráðgevingina frá ICES.

 


Skrivað: Leivur Hansen
Lýsing
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir