Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Heimsins áttandi størsti banki noktar útlán til oljusand og Arktis

Uttanlands, Vinnulív | 12/10 09:00
Oljusandur. | Mynd: Dagens Næringsavis.

Franski BNP Paribas hevur tikið stigið longri enn flestu feløg og politikarar. Hann kvettir samstarvið við skiferoljuídnaðin.

Franski stórbankin BNP Paribas sigur í eini fráboðan, at tey ætla at gera meira fyri at stuðla broytingunum í orkuframleiðsluni í heimshøpi.

Í einum sum líkist eini stevnuskrá lýsir bankin, hvussu tey frá nú av fara at nokta at samstarva við øll, sum hava sum høvuðsvirksemi at finna, útvinna, býta út, marknaðarføra ella handla við olju og gassi úr skiferframleiðslu ella oljusandi.

Bankin sigur, at tey fara at taka aftur fíggingina av øllum verkætlanum, sum hava við flutning ella útflutning av olju og gassi úr skifer ella oljusandi at gera.

Umhvørvisverndarfelagsskapir hava leingi havt ljóskastaran á skiferoljuframleiðsluni, og norska Statoil seldi seg út úr oljusand-verkætlanum í 2016, skrivar Dagens Næringsliv.

Arktis-stopp

Samstundis tekur felagið upp aftur størri frástøðu frá leiting eftir olju og gassi í Arktis. Felagið sigur, at tað ikki vil stuðla nakrari verkætlan, sum hevur til endamáls at leita eftir ella vinna út olju og gass í hesum umráðunum.

At enda sigur felagið, at tey fara at økja heildarfíggingina av varandi orku til 15 miljardir evrur innan 2020. Tað svarar til umleið 115 miljardir krónur. Tey hava eisini sett av 100 miljónir evrur til íløgur í byrjanina av fyritøkum við nýhugsanum innan orku á breddanum.

Felagið er eitt av heimsins leiðandi innan grøna fígging.

BNP Paribas verður mett sum heimsins 8. størsti banki og hevur 190.000 starvsfólk um allan heimin.

Hetta er ikki fyrstu ferð stórbankin útihýsir kundum í umhvørvishøpi.

Áður hevur BNP Paribas steðgað fígging av kolanámum umframt kolorkuverkum, og ávaraði longu tá um umhvørvishóttanina frá olju- og gassídnaðinum í heimshøpi, skrivar Financial Times.

Franska stjórnin hevur eisini álagt feløgum at vísa umhvørvisatlit, og serliga eftir Parísavtaluna í 2015 hava feløg í landinum verið noydd til at greiða frá umhvørvisvandanum í íløgum sínum. 


Lagt út: Leivur Hansen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Viðmerk­ingar til sending­ina ''Ein kelda í Skálafirði''
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Nú verður farið undir at byggja eitt gistingar­hús á Kallsoynni
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Metár hjá Bakkafrost
Hugnaløtan 13 - Gestur: Niels Jacob Nielsen
Býarmynd hvørvur
Prát við Sólgerð Andreassen
Ein drápsmaður búði hjá okkum og vit vistu ikki av tí
Prát við Kristan Martin Rasmussen
Samrøða við Løgtingsmann um rúsevnismál
Tvøstpakkar
Hugnaløtan 12 - Gestur: Ben Arabo
Viðmerking frá Sjúrður Skaale til "Gud signi Føroyar” í gjárkvøldið
Bakkafrost gjørdi spádómum til skammar
Billy Graham deyður
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
Prát: Bergtóra Ó. Poulsen
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Brúgvin 79 - 12. feb. 2018
Søgulig nýraskurðviðgerð á Ríkissjúkra­húsinum
R7 Premier League 13 - Aftaná FA CUP 5. umfar
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tórshav­nar Kommuna rindar meira enn hálva millión í kringvarpsgjaldi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi