Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Dýr semja um makrelin

Fiskivinna, Innanlands | 12/10 08:55

Føroyingar missa stór virði, nú semja er gjørd um makrelkvotuna fyri næsta ár.

Nú semja er gjørd um makrelkvotuna fyri næsta ár er greitt, at Føroyar fara at missa stórar inntøkur í 2018.

Strandarlondini Føroyar, ES og Noreg skrivaðu í gjár undir avtalu um fiskiskapin eftir makreli, og sambært semjuni verður mest loyvda veiða 816.797 tons í 2018. Føroyska makrelkvotan verður sostatt 102.924 tons. Tað eru 26.000 tons minni enn tað sum føroyingar kunnu fiska í ár.

Um vit siga at kiloprísurin er 6 krónur, so er talan um eitt mist virði á 156 mió. krónur.

Í næstu viku verða samráðingar um svartkjaft og norðhavssild. ICES mælti til at fiska 646.000 tons av sild í ár, men næsta ár verður mælt til at lækka kovtuna við góðum 100.000 tonsum.

Føroyar eiga 19% av sildakvotuni, so um tilmælið frá ICES verður fylgt, missa Føroyar 22.000 tons næsta ár. Við einum kiloprísi á 4 krónur svarar hetta til eitt mist virði á 88 mió. krónur.  

Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 verður mett, at tilfeingisgjaldið fer at hækka við 82 mió. krónum næsta ár.   


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Tríggjar útstykk­ingar í Runavíkar kommunu
Jóhann Lützen: Norðlýsið fer ongan veg.
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Samrøða við Allan Samuelsen, ein av fyriskip­aru­num til Countryfestivalin 14.- 16. juni í Sørvági
Metár hjá Bakkafrost
Oasubrøður geva fløgu út í komandi viku
Býarmynd hvørvur
Kvinnu­ndirskotið veksur í góðum tíðum
Føroyska sildakvotan lækkar 37.000 tons
Tvøstpakkar
Hugnaløtan 13 - Gestur: Ben Arabo
Ein drápsmaður búði hjá okkum uttan vit vistu ikki av tí
Tvístøða kjaksending 27 - Øll sendingin
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
15-ára gamal deyður av ecstasy
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Sjónband: Løtan tá VÍF gjørdist steypavinnari 2018
"Kom á 2069" - Sending 26
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tvístøða kjaksending 27 - Kvinnur hava sambært Bíbliuni skyldu at hava samlegu við sínum maka
Bakkafrost gjørdi spádómum til skammar
Brúgvin 79 - 12. feb. 2018
Íbúð upp á 15 fermetrar fór fyri 2 mió. kr. í Oslo
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi