Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Goldman Sachs hevur selt síðstu partabrøvini í Dong Energy

Uttanlands, Vinnulív | 12/10 09:09

Í gjár seldi amerikanski íløgubankin tey síðstu 11,4 milliónir partabrøvini í Dong. Harvið er bankin ikki longur partaeigari í orkufelagnum.

Bankin boðaði í gjárkvøldi frá, at partabrøvini, ið svara til 2,3% av felagnum vóru sett til sølu, og Bloomberg sigur í dag, at sølan er avgreidd. Prísurin gjørdist 375 kr. fyri hvørt partabrævi. Tað er eitt vet minni enn virðið á partabrævinum tá marknaðurin lat aftur í gjár. Tá var prísurin 388 kr.

Goldman Sachs keypti seg, saman við pensiónsgrunnunum ATP og PFA inn í Dong fyri knapt 4 árum síðani, tá felagið hevði tørv á nýggjum kapitali.

Goldman Sachs keypti tá 18% av felagnum fyri 8 milliardir krónur. Tað hevur víst seg at vera ein sera góð íløga. Bankin hevur so líðandi selt burturav sínum partabrøvum, m.a. tá ið Dong varð skrásett á viðrisbrævamarknaðinum í 2016.

Samanlagt hevur bankin selt síni partabrøv í Dong fyri 20,4 milliardir krónur. Tað er eitt avkast á 12,4 mia. Kr., ella 155% eftir bert 4 árum.


Lagt út: Tóri Højgaard
Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum
Brúgvin 73 - 11. des. 2017
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi