Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Betri veður seinnapartin

Innanlands | 12/10 12:15

Veðrið frá DMI: Longri millum ælini og nakað av sól. Men í kvøld veksur vindurin aftur.

Veðurlagið:

Eitt lágtrýst 974 hPa, í ein landnyrðing úr Íslandi flytur seg í ein landnyrðing. Eitt annað lágtrýst, 965 hPa í ein landsynning úr Suðurgrønlandi, flytur seg skjótt í ein landnyrðing. Tilhoyrandi hitabrúgv við regni kemur í kvøld inn yvir Føroyar.

Veðurvánirnar:

Seinnapartin verður longri millum ælini og nakað av sól. Vindurin minkar til andøvsgul til strúk í vindi av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s. Í kvøld veksur vindurin aftur til hvassan vind av suðri, 15 til 20 m/s, og tað fer at regna. Hitin hækkar til 10 til 12 stig. Fríggjanáttina verður frískur vindur til hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men sum náttin líður verður klárari, tó framvegis æl. Hitin fellur til millum 7 og 10 stig.

Veðrið fríggjadagin:

Strúkur í vindi til skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í hvirlunum stormur, 25 m/s. Tað verða einstøk æl, men eisini nakað av sól. Hitin fer at liggja millum 7 og 10 stig.

Veðrið leygardagin:

Frískur vindur til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum minkar spakuliga. Sunnunáttina verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Tað verður nakað av sól, men eisini æl. Hitin fer at liggja um 10 stig. Sunnunáttina verður turt og rættiliga klár. Hitin fer at liggja millum 5 og 10 stig.

Veðrið sunnudagin:

Lot til andøvsgul millum eystan og landnyrðing, 2 til 7 m/s. Fyrst nakað av sól, men sum frá líður skýggjað og seinnapartin regn. Hitin fer at liggja um 10 stig. Seint seinnapartin veksur vindurin til hvassan vind, 15 til 20 m/s av norði og landnyrðingi, sum snarar niður í sunnan. Seint mánanáttina veksur vindurin til strúk í vindi til skrið av vestri, 18 til 23 m/s. Tað klárnar nakað, tó verða æl. Hitin fer at liggja millum 5 og 10 stig.

Mánadagn minkar vindurin til 8 til 13 m/s av vestri, og ættin snarar í norðan. Hitin fer tá at liggja millum 5 og 10 stig.

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Viðmerk­ingar til sending­ina ''Ein kelda í Skálafirði''
Nýtt missións­hús verður vígt á Strondum leygar­dagin
Nú verður farið undir at byggja eitt gistingar­hús á Kallsoynni
Løgtingslimir eru mest yvirbetaltu starvs­fólk­ini í Landinum
Metár hjá Bakkafrost
Hugnaløtan 13 - Gestur: Niels Jacob Nielsen
Býarmynd hvørvur
Prát við Sólgerð Andreassen
Ein drápsmaður búði hjá okkum og vit vistu ikki av tí
Prát við Kristan Martin Rasmussen
Samrøða við Løgtingsmann um rúsevnismál
Tvøstpakkar
Hugnaløtan 12 - Gestur: Ben Arabo
Viðmerking frá Sjúrður Skaale til "Gud signi Føroyar” í gjárkvøldið
Bakkafrost gjørdi spádómum til skammar
Billy Graham deyður
Valentine dagur: Treytaður kærleiki til norðingar
Prát: Bergtóra Ó. Poulsen
At vaksa upp við foreldrum við álvarsamari sálarsjúku
Brúgvin 79 - 12. feb. 2018
Søgulig nýraskurðviðgerð á Ríkissjúkra­húsinum
R7 Premier League 13 - Aftaná FA CUP 5. umfar
Ísland kann gerast fyrsta landið í Evropa at banna umskering
Tórshav­nar Kommuna rindar meira enn hálva millión í kringvarpsgjaldi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi