Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Poul Michelsen í svari til Edmund Joensen: Yvirtøkan broytir einki viðvíkjandi flóttafólkum

Innanlands, Politikkur | 12/10-2017 12:58

“Tað er eitt politiskt val, um vit í Føroyum ynskja at taka ímóti flóttafólki; eitt val, sum ikki er treytað av eini yvirtøku,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

“Føroyar virka longu í dag undir eini danskari útlendingalóg, sum áleggur okkum at veita flóttafólki friðskjól, lúka tey treytirnar í lógini um flóttafólk. Í so máta broytir yvirtøkan onki í mun til verandi støðu.” Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður við uttanríkismálum, sum hevur svara einum drúgvum § 52a fyrispurningi frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni.

Edmund Joensen spurdi landsstýrismannin um hvørjar fyrireikingar eru gjørdar í sambandi við at Føroyar fara at yvirtaka flóttafólkamál saman við yvirtøkuni av útlendingamálum.

“Tað sum broytist við eini yvirtøku er, at Føroyar yvirtaka fullan ræðisrætt á málsøkinum við teimum heimildum og skyldum sum fylgja við,” sigur Poul Michelsen.

“Tað er sostatt eitt politiskt val, um vit í Føroyum ynskja at taka ímóti flóttafólki; eitt val, sum ikki er treytað av eini yvirtøku,” sigur hann.

Mugu undir øllum umstøðum viðgera málið

Poul Michelsen vísir á, at tað eru nógvir spurningar og avbjóðingar, sum knýta seg at eini møguligari avgerð um at taka ímóti flóttafólki.

“Hetta eru spurningar, sum vit í Føroyum eiga at viðgera uttan mun til eina yvirtøku,” sigur hann.

“Í skrivandi løtu ber tó ikki til at svara ítøkiligu spurningunum um, hvussu samansetingin av flóttafólki verður, hvør skal visitera, hvussu heilsutænastur skulu fyriskipast, hvar flóttafólk skulu hýsast o.s.fr.,” sigur Poul Michelsen.

Orsøkin er, at ein stórur partur av spurningunum eru treytaðir av teimum avtalum, sum Føroyar kunnu fáa við onnur lond innan tey øki, hvar servitan uttanífrá er neyðug. Harumframt verður neyðugt at gera avtalur við bæði kommunur og hjálparfelagsskapir í mun til endurhýsing, integratión v.m.

Skiftistíð

Poul Michelsen sigur, at landsstýrið miðar ímóti, at fáa eina skiftistíð eftir at Føroyar formliga hava tikið avgerð um at yvirtaka málsøkið, til allar uppgávurnar endaliga eru fluttar til Føroya.

“Í skiftistíðini hava vit møguleika at fyrireika okkum og at leggja málsøkið og umsitingina meiri ítøkiliga til rættis, herundir eisini eina flóttafólkatilbúgving. Tó er tilgongdin ikki komin so mikið áleiðis enn, at vit vita, hvat endaliga úrslitið verður,” sigur hann.

Sambært samgonguskjalinum skulu útlendingamál verða yvirtikin í hesum valskeiðinum.


Lagt út: Tóri Højgaard
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Bussur útav
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Mál útloysti jarðskjálvta
Flottir eru teir -myndatema
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Prestur letur kaffistovu upp
Hagtøl geva ábending um at fiskimenn hava rætt
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Hugnaløtan (25) - Gestur: Alfred Olsen
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi