Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Carl Jóhan Kjølbro vann myndakappingina

Innanlands | 12/10 13:31
Mynd: Carl Jóhan Kjølbro

Vinnarin av myndakappingini hjá Klaksvíkar kommunu gjørdist Carl Jóhan Kjølbro.

Klaksvíkar kommuna hevur júst havt eina myndakapping um at myndprýða nýggju kortini, sum kommunan brúkar í samband við vitjanir, heilsanir, brúdleyp o.a. Kappingin endaði mánadagin, og vinnari gjørdist Carl Jóhan Kjølbro.

Áðrenn Carl Jóhan fór á trygdarskeið hjá Sjónámi tíðliga ein novembermorgun í fjør, tók hann hesa vøkru myndina, sum nú fer at prýða kortini, sum Klaksvíkar kommuna letur í samband við ymisk høvi.

Sjálvur sigur Carl Jóhan við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu, at hann hevði ikki væntað at vunnið kappingina.

“Hatta var ein avbera vakur morgun, so eg helt hatta vera eina stuttliga mynd at taka á kajini, og eg kom beinaveg í tankar um hasa myndina, tá ið eg las um kappingina, men eg hevði slett ikki væntað at vinna,” sigur Carl Jóhan.

Flestu av innkomnu myndunum vóru náttúrumyndir, og fleiri teirra vóru eisini stuttligar og vístu Klaksvík úr sjónarhornum, sum annars ikki eru so vanlig, og tað er vinnandi myndin eitt dømi um, sambært Jógvani Skorheim, borgarstjóra.

“Umframt at vera vøkur í litum, uppseting og motivi, so fortelur myndin søguna um sambandið millum sjógv og land, vinnu og bý. Harumframt sæst sólin rísa upp yvir býin og ljós verður varpað á nýggja miðbýarøkið, sum eisini er við til at menna samleikan hjá kommununi,” sigur borgarstjórin.

Saman við samskiftisfólkinum hjá Klaksvíkar kommunu og Jastrid Gullaksen, grafikara, hevur hann mett um myndirnar og valt vinnaran.

Tilsamans 59 myndir vóru við í kappingini, og vinnarin fekk 1.000 krónur.

Kelda: Klaksvíkar kommuna


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Smyril Line fær herðaklapp frá íslendskum feskfiskaútflytarum
Tveir politiskir flokkar farnir í søguna
Irak lækkar hjúnaaldu­rin niður í 9 ár
Føroyar gerast fátækari
Atlantsfarið stevnt fiski­mála­ráðnum
Støðan ógreið í løgtinginum
Góvu skeivar upplýsingar á Løgtingi
Fiskimanna­felagið ósamt við Løgmann
Viðmerking til Herman Oskarsson
Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár
Metis - Sending um fiski­vinnu­nýskipan
Løgtingsfor­maðu­rin kann útseta atkvøðugreiðsluna
Stríð um fiskiloyvi kann kosta Fiski­mála­ráð­num 30 milliónir
Høgni og Aksel villeiddu enn einaferð í Løgtinginum
Seinasti gamli bygdahandilin í Vestmanna, fer í søguna
Hugnaløtan 4 - Gestur: Jákup Sverri Kass
FF Skagen ein fyritøka við nógvum eigarum
Magni Laksáfoss hevur cleara við Kristin Michelsen
Sjey persónar tiknir í størsta hassjmáli­num nakrantíð í Grønlandi
Samgongan missir meirilutan
Fýra ára fongsul fyri ecstasy-smugling við Norrønu
Lógin um veiðugjald 70 milliónir skeiv
P-bollar økja um vandan fyri bróstkrabba við 20 prosentum
Brúgvin 73 - 11. des. 2017
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi